Rundur føðingardagur í Sundalagnum

Dagurin verður hildin seinnapartin fríggjadagin

Tað vóru framskygd fólk sum fyri sløkum hálvthundrað árum síðani tóku stig til at byggja ein felags skúla fyri allar kommunurnar í

 

Tað eru nú 40 ár síðani, at fyrsti flokkur tók prógv í felagsskúlanum á Oyrarbakka.

Og føðingardagurin verður hildin fríggjadagin klokkan 17 røðum, tónleiki og einum drekkamunni.

 

Tá fevndi hetta framskygda skúlasamstarvið um realskúla. Men realskúlin er síðani niðurlagdur og nú eru tað útvið 100 næmingar í 8. 9. og 10 flokki, sum ganga í skúla á Oyrarbakka.

 

Á føðingardegnum er ætlanin at savna núverandi og fyrrverandi næmingar og starvsfólk og skúlin heitir eisini á tey, sum eiga myndir frá skúlatíðini um at hava tær við, so at tær kunnu setast á veggin til minnis um skúlatíðina.

Ætlanin er eisini at leggja myndirnar á eina Facebook síðu hjá skúlanum og sostatt byggja upp eitt myndasavn um søguna hjá skúlanum.