Steðgaði upp á veg til Føroya

Stuttleikabátur mátti biðja um hjálp í nátt

Í nátt ringdi skiparin á einum stuttleikabáti til løgregluna í Havn at biðja um hjálp, tí hann fekk ikki siglt.

Talan var um ein stuttleikabát við fimm fólkum, sum varð steðgaður upp á veg til Føroyar. Hann hevði segl, men tað hevði verið púra stilli í tveir dagar, so kanska hevur hann brúkt motorin meiri enn hann hevði væntað, men í øllum førum var brennievni upp, so hann fekk ikki siglt.

Løgreglan sigur, at MRCC fekk boð um tað, og bátur varð sendur eftir stuttleikabátinum, og skuldi sleipa hann til Miðvágs.

Tey fingu eina heilt neyva knattstøðu frá skiparanum, so báturin var skjótt funnin. Og veðrið var gott, so tað var eingin vandi á ferð, og øll høvdu tað gott, sigur løgreglan.