Steinbjørn verður 80

Saman við tveimum liðfeløgum í KÍ var hann við til at vinna fleiri FM í fremstu røð, enn nakar annar hevur vunnið

Í dag, leygardagin 25. juli, verður Steinbjørn Jacobsen í Klaksvík 80 ár. Hann var í síni tíð ein tann besti og kendasti fótbóltsspælarin í landinum og ein av ímyndunum av tiltikna 66 liðinum hjá KÍ. Í Norðoyggjum, í Eysturoy og eisini aðra staðni varð Steinbjørn roknaður at vera sonn hetja.

Steinbjørn var føddur í Klaksvík. Pápin var Sam Jacobsen ella Sam í Búðunum, sum hann varð nevndur, og mamman var Emma hjá Sofusi Larsen bakaranum. Hon var borin til gravar mikudagin í hesi vikuni 101 ára gomul.

Emma og Sam fingu fimm børn – Steinbjørn, Oddbjørg, Sólvá og Eiler búgva øll í Klaksvík. Stig doyði longu í 1966 bara níggju ára gamal.

Á unglingaárunum arbeiddi Steinbjørn sum fleiri aðrir fótbóltsspælarar í Klaksvík tá í tíðini – eitt nú Magnus Kjelnæs, Jógvan Jacobsen og seinni Ólavur Thomsen – á Føroya Bjór. Hann koyrdi vøruvogn og hýruvogn, men lívsstarvið hjá 80 ára føðingardagsbarninum var á posthúsinum. Hann gekk í nógv ár við posti, og hann arbeiddi seinni inni á posthúsinum, inntil hann rakk eftirlønaraldri.

Evnini í fótbólti mundu vera íborin og hugurin var øgiligur. Í 1953 var hann á dreingjaliðnum, og frá 1957 og fram til 1973 var hann fastur maður á besta liðnum. Hann plagar at taka til, hvussu nógv hann og vinmaðurin Magnus Kjelnæs, sáli, og onkrir aðrir eisini fingu burtur úr, tá ið skotski venjarin McCaig var í Klaksvík í góðar 14 dagar á sumri í 1957. Hann var bóltfimur og legði stóran dent á tekniskar venjingar.

Meðan 66 liðið var á toppinum kendu teir einki til at hava venjara. John Reid Bjartalíð skipaði fyri, og á vøllinum tók Magnus sær av verjuspælinum, og Steinbjørn legði taktikkin og stýrdi framrættaða partinum.

Tað hilnaðist væl, og Steinbjørn er saman við Jógvani Jacobsen – teir eru báðir heiðurslimir í felagnum – og saman við Magnusi Kjelnæs, sála, teir, sum hava vunnið flest FM av øllum í fremstu røð. Teir vunnu níggju FM heiti.

Steinbjørn var seks ferðir á landsliðnum, og hann var eisini venjari í barndómsfelagnum.

Steinbjørn giftist Karin Mariu hjá Oluffu og Joen Ziska Dahl. Tey bygdu á Eiðinum í trøðni, sum abbi Karin Mariu, Sámal Júst Ziska, legði inn í 1919. Karin Maria og Steinbjørn fingu fýra døtur – Emma, Jórun, ið doyði sum smágenta, Súsanna og Jórun.

Fryntligi og prátingarsami Steinbjørn sæst framvegis við vøllin í Klaksvík, og hann hevur verið nógv millum egnararnar á Stongunum. 

Hjartaliga til lukku við runda føðingardegnum – ein av stóru stjørnunum hjá okkum dreingjum á plenini í Klaksvík í sekstiárunum.                      Jóannes