Steingja skúlar og binda um heilan fingur

Líkt er til, at ávísar kommunur í Noregi taka corona-trupulleikan í stórum álvara, og nú verða allir skúlar í onkrari kommunu stongdir, tó at eingin er staðfestur smittaður í kommununi.

- Vit ynskja at fáa eitt yvirlit yvir, hvar fólk hava verið í vetrarferiuni, sigur borgarstjórin.

- Vit ynskja at fáa eitt yvirlit yvir, hvar fólk hava verið í vetrarferiuni, sigur borgarstjórin.

 

Kommunan Bø í Vesterålen í Noregi er fyrsta kommuna í Noregi, sum steingir sínar skúlar, tó at eingin smittaður við corona-virus higartil er í kommununi. Borgarstjórin, Sture Pedersen, sigur, at kommunan ynskir at vera fyrivarin.

Við norska kringvarpið sigur borgarstjórin, at tey hava tikið hesa avgerð fyri at fáa eitt yvirlit yvir støðuna. - Higartil er eingin staðfestur smittaður í okkara kommunu, og vit ynskja at sleppa undan smittu. Tí steingja vit skúlarnar, sigur Sture Pedersen.

Borgarstjórin vísir á, at sjálvandi hevur kommunan ábyrgdina av næmingaundirvísingini, meðan eingin skúlagongd er, og soleiðis fáa næmingarnir eisini skúlating at gera heima, meðan tey ikki eru í skúla.

Kommunan Bø í Vesterålen hevur sambært heimasíðuni hjá kommununi fýra skúlar, og borgarstjórin sigur, at avgjørt er í fyrstu syfti at steingja skúlarnar í eina viku. Hann vísir á, at vetrarferian er júst liðug.

- Vit ynskja at fáa eitt yvirlit yvir, hvar fólk hava verið, og fríggjadagin fara vit at koma við einari nýggjari meting, samstundis sum vit tá eisini fara at koma við nýggjari kunning, sigur borgarstjórin, Sture Pedersen.

Sambært norska kringvarpinum hevur kommunan Bø í Vesterålen gjørt av ikki at steingja barnagarðarnar í kommununi, tí smábørn eftir øllum at døma ikki eru í sama vandabólki sum vaksin, tá ræður um corona-smittu.

- Vit hava eisini tikið avgerð um, at eingi kommunal starvsfólk fara út at ferðast til skeið ella ráðstevnur næstu 14 dagarnar, leggur borgarstjórin, Sture Pedersen, aftrat.

##med2##

 

 

- Vit ynskja at fáa eitt yvirlit yvir, hvar fólk hava verið í vetrarferiuni, sigur borgarstjórin.

- Higartil er eingin smittaður í okkara kommunu, og vit ynskja at sleppa undan smittu, sigur borgarstjórin.