Steingja smábygdir fyri ferðafólki ávísar dagar

– Kanska vit kundu gjørt tað soleiðis, at onkrar smábygdir bara tóku móti ferðafólki til dømis fimm dagar um vikuna, meðan hinir tveir dagarnir í vikuni vóru stongdir fyri ferðafólki, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum

Nakrar smábygdir hava verið yvirrendar av ferðafólki, og landsstýrismaðurin umhugsar at gera nakað, so at tað eisini er liviligt í bygdini.

– Tað eru nakrar kommunur, ið hava víst á henda trupulleikan. Kanska hatta er ein loysn at steingja bygdina fyri ferðafólki ávísar dagar, sigur Helgi Abrahamsen.

 

Lagt fram eftir ólavsøku

Hóast koronasmittan hevur órógvað og seinkað nógv virksemi í samfelagnum, so ætlar Helgi Abrahamsen framvegis at leggja uppskot fram um at broyta lóg um landsjørð og gongd í haga beint eftir ólavsøku.

– Beint áðrenn koronasmittan rakti okkum, vóru okkara fólk í ráðnum liðug at vitja ymsar partar, sum hava við málið at gera kring landið. Talan er bæði um bøndur og festarar, kommunur, ferðavinnusmiðir og onnur. Nú verður arbeitt við lógarsmíðnum, sigur Helgi Abrahamsen.

– Eg vóni, at vit fáa eina góða loysn. Men hvat hendir í løgtinginum, veit eg ikki. Har eru eisini nógv ymisk áhugamál, sigur Helgi Abrahamsen.

Manglar virðing fyri bóndum og festarum

 

Kunnu liva við

Júst hvat endaliga innihaldið verður, vil hann ikki siga, men hann endurtekur tað, ið hann hevur nevnt áður.

– Vit vóna at finna semju. Eg vænti ikki, at nakar av pørtunum fara at rópa hurra fyri henni, men tað verður tó nakað, sum tey kunnu vera nøgd við og liva við. Allir partar mugu nokk geva seg eitt sindur, sigur Helgi Abrahamsen.

Trygdin hevur nógv at siga
Hann vísir á, at kornasóttin hevur gjørt, at teir sum politiskur myndugleikin hava vunnið tíð, tí at nú eru ferðafólk ikki í landinum, og tí er ikki nógv stríð um hetta í løtuni.

Honum dámar væl hugskotið hjá Jarðum um at hava eina einfalda fráboðanarskipan.

– Hetta er eisini nakað, ið vit halda vera áhugavert. Trygdin hevur nógv at siga, og við eini tílíkari skipan ber til at finna út av, hvar fólk eru. Tað er ikki í lagi, at ferðafólk í føroysku náttúruni hava verið saknað í fleiri mánaðar, og vit vita einki um tað. Sera gott um vit eisini fáa eina einfalda skipan, sigur hann.


Lesið alla samrøðuna við Helga Abrahamsen í Sosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið. Til ber eisini at lesa blaðið her.