Steingja til Húsahaga: Bummur settur fyri vegin

Óviðkomandi bilferðsla verður ikki longur loyvd í Húsahaga, sigur SEV

Eftir 1. oktober verður ikki longur møguligt hjá ørindaleysum at koyra við bili niðan í Húsahaga, har eitt nú vindmyllulundin hjá SEV er staðsett. Hetta sigur SEV.

– Bummur verður settur fyri við byrjanina av vegnum, sum førir niðan í hagan, soleiðis at bert tey, ið hava arbeiðsørindi í haganum, sleppa niðan, sigur SEV.

Einki verður sagt um, hví vanlig fólk ikki skulu sleppa niðan har longur.

– Avmarking av atgongdini til hagan var partur av uppruna avtaluni um hagan við Búnaðarstovuna, og hetta stig verður so tikið nú, fyri at avmarka ørindaleysari ferðslu í økinum, ljóðar tað frá SEV.