Stella Zachariassen málningaframsýning í Ribarhúsi

Í døgunum 3. Til 30. December hevur Stella Zachariassen málningaframsýning í Ribarhús í Fuglafirði.

Stella Zachariassen hevur málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði, dagarnar 3. til 30. desember

Stella Zachariassen hevur málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði, dagarnar 3. til 30. desember

Dagarnar, 3. Til 30. December hevur Stella Zachariassen málningaframsýning í Ribarhús í Fuglafirði.

Stella hevur málað í nøkur ár nú og hevur havt málningaframsýningar ymsastaðni í landinum og uttanlands.

Stella, sum er úr Sri Lanka, hevur búð í Føroyum í næstan 30 ár og kallar seg sjálvan ein ordiligan føroying. Stella hevur sera stóran tokka til kavan, vindin, regnið, friðin, frælsið, matin, og tað føroyska landslagið og tí hevur hon valt at kalla málningaframsýningina: "Tú alfagra land mítt". Málningarnir hjá Stellu hava íblástur úr føroysku nátturuni, mentanini og eldri føroyskum myndum.

Framsýningin letur upp týsdagin 3. December, men sjálv ferniseringin verður sunnudagin 8. December millum klokkan 15 og 18, har høvið verður at heilsa uppá Stellu, ið bjóðar okkurt gott til tey vitjandi.

Framsýningin er opin tá Ribarhús er opið, og annars kunnu fólk fylgja við á facebook síðuni hjá Stellu:  SelviZach Arts

Stella Zachariassen hevur málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði, dagarnar 3. til 30. desember