AVE vann Væl-á-veg virðislønina

- Vit eru sera glaðir og takksamir fyri hendan heiður og gleða okkum at spæla í Íslandi aftur, søgdu Benjamin Petersen og Petur Pólson.

Bólkurin AVE, við Benjamin Petersen og Petur Pólson, vann enn eina virðisløn í ár, tá bólkurin í gjár varð handaður Væl-á-veg-prísin.


Virðislønin umfatar luttøku á Iceland Airwaves og ferðastuðul frá Atlantic Airways.


- Vit eru sera glaðir og takksamir fyri hendan heiður og gleða okkum at spæla í Íslandi aftur, søgdu Benjamin Petersen og Petur Pólson við heimasíðuna hjá G! aftaná, at virðislønin varð handað.


Hetta er aðru ferð, at Benjamin Petersen hevur verið við at vinna heiðurin. Fyrru ferðina var í 2012, tá hann vann heiðurin sum einstaklingur.


Tað eru Iceland Airwaves, Atlantic Airways og G!, ið saman velja ein vinnara til virðislønina, og er hetta fjórða árið á rað, at virðislønin verður handað.