Sterkir føroyingar stovna sítt egna felag

Endamálið er at stuðla teimum, sum hava við styrki at gera

Tey, sum fáast við ítrótt, sum hevur við styrki og megi at gera, hava nú stovnað felag - men tey vilja hava fleiri kvinnur upp í

Tey, sum fáast við ítrótt, sum hevur við styrki og megi at gera, hava nú stovnað felag - men tey vilja hava fleiri kvinnur upp í

Føroyingar, ið fáast við ítrótt, sum hevur við styrki og megi at gera, hava nú stovnað sítt egna felag. felagið er fyri øll, sum fáast við hesi sløgini av ítrótti.

Tað var leygardagin at fólk, sum hava áhuga fyri hesum slagi av ítrótti, hittust í ÍSF húsinum at stovna felag.

 – Styrkifelag Føroya verður karmur um ítrótt, sum hevur við kraft og styrki at gera. Talan er um olympiska vektlyfting, kettlebell-ítróttin, powerlyfting, strongman-ítróttin og CrossFit, men aðrar ítróttargreinir kunnu eisini vera við, siga fyrireikararnir, nú felagið er stovnað.

Endamálið við felagnum er at stuðla hesum ítróttargreinum fram á leið. Millum annað verður verður skipað fyri almennum føroyameistarakappingum, og akipa almennar metlistar. Tey fara er eisini at skipa fyri góðum venjingarumstøðum og at menna venjaraførleikar í Føroyum.

Felagið verður skipað undir ÍSF, og næsta stig verður at stovnað eitt menningarsamband hjá ÍSF, sum verður karmur um hetta felagið og onnur feløg í framtíðini.

Tey siga, at neyvt samstarv verður við norðurlendskar styrkifelagskapir, ikki minst við ”Dansk Vægtløftings-Forbund” og danska landsliðsvenjaran, Frank Petersen, sum er venjarði felagnum, AK Atlas.

Formaður í nýggja felagnum er Heini Hátún, og næstformaður Eyðun Mortensen.

Tey harmast kortini um, at tað vóru ov fáar kvinnur við á stovnandi aðalfundinum, og tað fara tey at royna at gera nakað við, tey vísa á, at í Danmark og í Íslandi eru fleiri kvinnur við í hesum ítróttargreinum. Í Íslandi eru fleiri av heimsins fremstu kvinnum í CrossFit og danskar kvinnur standa seg eisini væl í olympiska vektlyfting.

Tey, sum fáast við ítrótt, sum hevur við styrki og megi at gera, hava nú stovnað felag - men tey vilja hava fleiri kvinnur upp í