Steve Irwin hevur tænt fyri seg

Eyðkenda skipið hjá Sea Shepherd verður lagt

Seinastu nógvu árini hevur Sea Shepherd havt trúfasta skipið Steve Irwin aftrat sær. Men alt hevur ein enda, og nú hevur Steve Irwin sungið sítt síðsta vers.

Í Føroyum kenna vit væl til Steve Irwin, tí Sea Shepherd limir eru áður komnir hendan vegin við skipinum í royndini at steðga grindadrápi. 

Steve Irwin hevur havt sera stóran týdning fyri Sea Shepherd, og tað er við sorgblídni, at Paul Watson boðar frá, at Sea Shepherd ikki longur fer at brúka skipið.

- Eg veit, at øll manningin, sum fekk møguleikan at tæna umborð á Steve Irwin, hevur somu kenslur og virðing sum eg fyri hesum fantastiska skipinum, sigur Paul Watson á heimasíðuni hjá Sea Shepherd.