Steyraveggur settur upp á Hulki

Arbeiðið við at gera nýggja bryggju og vinnuøki á Hulki á Strondum gongur væl. Sprongt er í økinum norðanfyri Vaðhorn Seafood, og í dag byrjaði arbeiðið við at seta steyraveggin (spunsin) upp

Væntandi fer tað at taka umleið eina viku at seta sjálvan steyraveggin upp, og um ein mánað er hann tryggjaður við akkerum, skrivar Sjóvar kommuna, sum heitir á skipaferðsluna á fjørðinum um at vísa varsemi og at sigla varisliga framvið økinum á Hulki tann næsta mánaðin.

Arbeiðið við at gera endaliga ætlan viðvíkjandi tekniskum innleggingum er komið væl áleiðis, og vit fegnast um ta góða samstarvið, ið vit hava við Sp/f Rókina, Landsbyggifelagið, Vaðhorn Seafood og SEV um verkætlanina, skrivar Sjóvar kommuna.

Verkætlanin verður liðug seint í 2020 ella fyrst í 2021, og tá fer kommuna at kunna bjóða vinnulívinum munandi rúmsáttari og betri karmar til sítt virksemi. Sjálvt vinnuøkið verður økt við umleið 4.500 fermetrum, og kommunan fær eina bryggju, við 12 metra dýpi frammanfyri og nýmótans tøkniligum tænastum.

Skálafjørðurin er ein av Føroya bestu náttúruhavnum, og umstøðurnar við Hulkin á Strondum eru serliga góðar, tá ið hugsað verður um veðurlag. Seinast í 1970’unum bleiv bygt eitt alginatvirki, og í dag brúkar Vaðhorn Seafood hetta virkið til sína framleiðslu, umframt at teir hava bygt virkið út.

##med2##

Við nýggju samferðsluætlanini og vegakervinum liggur økið eisini serliga væl fyri, bert fáar hundrað metrar frá Eysturoyartunlinum. Harumframt er eisini avmarkað við búseting í økinum, og tí vil eitt økt virksemi bara í avmarkaðan mun órógva bústaðarøkir. Útbyggingarmøguleikar er bæði norðureftir og suðureftir, eins og hugsast kann, at bergið vestanfyri kann nýtast til goymslu og frysting.

Sjóvar kommuna ásannar týdningin av at skapa nýmótans karmar fyri vinnuligum virksemi, og vónar, at verkætlanin fer at økja um áhugan at reka vinnuvirksemi í økinum, og skapa fortreytir fyri trivnaði og framburði, skrivar kommunan á heimasíðuni.

##med3##