Danska veðurstovan roknar við, at tað verður gott veður um vikuskiftið. Tað verður lítið av vindi bæði í dag og í morgin, og í dag verður turt stórar løtur. Í morgin kunnu vit vænta eitt sindur av regni.
DMI sigur, at í dag verða 3-8 m/s av vestri, í nátt av útsynningi. Skýggjað og turt fyri tað mesta. Onkur æl kunnu koma, men møguleiki verður eisini fyri sólglottum. Hitin millum 3 og 7 stig.
Sunnudagin verða 3-8 m/s av vestri. Samdrigið og nakað av regni. Hitin alt døgnið millum 3 og 7 stig.