Jákup Egholm Hansen nýggjur rakstrarleiðari

Jákup Egholm Hansen er settur í starv sum nýggjur rakstrarleiðari á Vága Floghavn. Hann avloysir Finnboga Niclasen, sum eftir 36 ár fer frá við eftirløn.

Jákup Egholm Hansen er settur í starv sum nýggjur rakstrarleiðari á Vága Floghavn. Hann avloysir Finnboga Niclasen, sum eftir 36 ár fer frá við eftirløn.

 

Jákup Egholm Hansen er útbúgvin artitektur og hevur eisini tikið Master prógv innan leiðslu í Aberdeen.

 

Harumframt hevur hann eina røð av skeiðum og eftirútbúgvingum og hollar starvsroyndir innan ráðgevara- og projekteringsvirksemi og fyrisiting.

 

Til fyri stuttum var Jákup Egholm Hansen tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu. Men fór úr starvinum eftir ósemju við arbeiðsgevaran um ein nevndarsess í Eik Banka.

 

14 umsóknir vóru til starvið sum rakstrarleiðari á Vága Floghavn.

 

Jákup Egholm Hansen byrjar í starvinum 1. desember.