Stjórin á Strandferðsluni: Hetta kemur púra óvart á meg

Hetta ber slett ikki til, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni um støðuna, Suðuroyarsiglingin kom í nú seinnapartin

Tað eru seks minuttir til Prince skal loysa. Portrið er farið upp, men einir 50 bilar og 100 ferðafólk, sluppu ikki við

Tað eru seks minuttir til Prince skal loysa. Portrið er farið upp, men einir 50 bilar og 100 ferðafólk, sluppu ikki við

– Eg má siga, sum er, at hetta kemur fullkomiliga óvart á meg.

Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, nú Prince, sum avloysir fyri Smyril, loysti á Krambatanga, hóast eini 100 ferðafólk stóðu eftir, umframt eini 50 bilar.

Les eisini: Nógv fólk og nógvir bilar standa eftir

Hann er ómetaliga harmur um støðuna, og hetta verður tað fyrsta hann fer í holt við at kanna, tá ið hann fer til arbeiðis í morgin ári, tí hann vil hava greiði á, hvussu hendan støðan kundi íkoma.

Hann sigur eisini, at tað ber heldur ikki til at sigla eykatúr, tí so fær Prince ikki loyst aftur tíðliga í morgin við tað, at hvílitíðirnar hjá manningini skulu haldast.

Les eisini: Tey sum koma, fyrst sleppa við

Tey sum stóðu eftir, fingu at vita, at Prince tekur bara 365 ferðafólk. Og tað er hetta, sum kemur púra óvart á stjóran á Strandferðsluni.

– Eg havi alla tíðina verið púra ivaleysur í, at Prince tók 650 ferðafólk, akkurát sum Galaxy, so tað kemur púra óvart á meg, tá ið eg fái at vita í kvøld, at hann bara tekur 365 ferðafólk.

Men tá ið vit spyrja hann, hvussu tað kann bera til, er hann púra blankur, tí tað dugir hann slett ikki at siga. Hann dugir heldur ikki at siga, hvussu tað ber til, at Strandferðslan longu tann 6. september skrivaði á heimasíðuna, at Prince tekur 365 ferðafólk og 250 bilar.

Hann sigur, at tað fyrsta hann má gera í morgin ári er at fáa greiði á, tí onkustaðni í skipanini er samskiftið farið heilt av sporinum. Men hvat er hent, og  hvussu tað er hent, dugir hann ikki at siga.

Men hann sigur, at í minsta lagi má Strandferðslan í samskifti við Sjóvinnustýrið um at geva loyvi til at Prince kann føra fleiri ferðafólk.

Tað ber slett ikki til, at Prince bara kann føra 365 ferðafólk, tí so verður ruðuleiki hvørt einasta vikuskiftið, og tað ber slett ikki til.

Kann Prince bara føra 365 ferðafólk, er tað bara 70 fólk fleiri enn Ternan hevur loyvi at sigla við og tað er púra óskiljandi fyri mær, sigur Hilmar Eliasen.

Tað eru seks minuttir til Prince skal loysa. Portrið er farið upp, men einir 50 bilar og 100 ferðafólk, sluppu ikki við