Stjórin skal taka støðu til útveiting

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum bíðar eftir meting frá nýggja stjóranum í Landsverk

Ein av fyrstu uppgávunum hjá Sigurd L. Lamhauge, nýggja stjóra á Landsverk, er at endurskoða stovnin og taka støðu til, um tað eru nakrar uppgávur hjá stovninum, ið antin kunnu útveitast til privat feløg ella einskiljast.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, tá hann verður spurdur, um nýggja samgongan hevur nakrar ætlanir um at útveita ella einskilja kavaruddingina hjá Landsverk.

- Nýggi stjórin hevur fingið eina bundna uppgávu at gera eitt tilmæli um hvussu Landsverk skal skipast framyvir. Harímillum er hvat stovnurin kann gera sjálvur og hvat kann latast øðrum at gera. Men hann hevur bara sitið í eina viku, so hann skal fáa frið at gera tað arbeiðið, sigur Jørgen Niclasen.

Kjakið um kavaruddingin hjá Landsverk og aðrar uppgávur í stovninum skulu einskiljast ella útveitast til onnur er javnan frammi, tó uttan at nøkur broyting er framd síðstu árini.