Stjórnarflokkurin gekk fram

Konservativi Fólkaflokkurin hjá Sebastian Kurz er stóri vinnarin á tjóðartingsvalinum í Eysturríki

Sebastien Kurz Mynd: Ritzau/Scanpix

Sebastien Kurz Mynd: Ritzau/Scanpix

Konservativi Fólkaflokkurin hjá fyrrverandi kanslaranum Sebastian Kurz gjørdist stóri vinnarin á tjóðartingsvalinum í Eysturríki í dag. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.

Aftaná at nærum allar atkvøðurnar eru taldar er greitt, at Fólkaflokkurin hevur fingið umleið 37 prosent av atkvøðunum, ið er ein framgongd á seks prosentstig frá seinasta vali.

Fyrrverandi samstarvsfelagarnir í høgrapopulistiska Frælsisflokkinum fingu 16 prosent av atkvøðunum á valinum. Og hóast teir báðir gomlu samstarvsfelagnir sostatt nærum hava einsamallan meiriluta er ivasamt, at teir skipa eina nýggja samgongu. Nýval varð nevniliga útskrivað, tí samstarvið millum teir báðar flokkarnir slitnaði fyrr í ár.

Í staðin verður mett, at Fólkaflokkurin fer at kanna møguleikan fyri eina stjórn við teir Grønu, ið fekk 14 prosent av atkvøðunum, og Neos flokkin, ið fekk 7 prosent av atkvøðunum.

Ein annar møguleiki er ein stjórn við Sosialdemokratarnir, ið fekk 22 prosent av atkvøðunum, men tykist undirtøka ikki at vera fyri tí møguleikanum, skrivar BBC.

Sebastien Kurz Mynd: Ritzau/Scanpix