Stjórnarleiðari finst at Norra fyri grindadráp

Forsetin í Brasil brúkar sjónband úr Føroyum til at finnast at Norra

Ein skíggjamynd av sjónbandinum

Ein skíggjamynd av sjónbandinum

Føroyar eru heldur óvæntað vorðin partur av einum stórpolitiskum stríði millum Brasil og Norra.

Tað er brasilski forsetin Jair Bolsonaro, sum í dag hevur deilt eitt sjónband á sosiala miðlinum Twitter, ið hevur til endamáls at prógva at Norra stuðlar hvaladrápi, og sostatt ongan rætt hevur at læra Brasil nakað um umhvørvismál.

Tað brasilski forsetin tó ikki tykist at vita er, at sjónbandið, ið hann deildi við sínar fylgjarar, ikki er úr Norra, men úr Føroyum. Sjónbandið vísir nevniliga ymisk grindadráp, ið Sea Shepherd hevur filmað og lagt út á netið.

Sambært Sea Shepherd Faroe Islands Campaign, er talan um upptøkur, ið felagsskapurin hevur filmað í Sandavági, Tórshavn og Skálabotni í 2017 og 2018.

Forsetin legst eftir Norra, aftaná at norska stjórnin hevur steðgað øllum fíggjarligum stuðli til brasilska regnskógin. Orsøkin er, at norska stjórnin er ónøgd við, at nøgdin av trøum, ið verða feld í regnskógini, er økt síðan Jair Bolsonaro kom til valdið. Tí heldur hon nú aftur 300 milliónir krónur, ið vóru ætlaðar at bjarga regnskógini.

Ein skíggjamynd av sjónbandinum