Støðan á eldraøkinum í røttum tølum!

Í seinastuni hevur verið frammi at hagtølini hjá Heilsuhjálparafelag Føroya, eru skeivt greinaði.

Vit fingu spurning fyrr í ár, har vit vóru biðin um at rokna tølini um til ársverk. Í tí førinum var mann bangin fyri, at orsaka av, at støðan í Suðuroy var so góð í mun til Tórshavn, vildi mann av nýggjum seta sjóneykuna á, at flyta Heilsuskúla Føroya, til Tórshavn.

Tá vit umroknaðu til ársverk fyri Suðuroynna, vísti tað seg, at ársverkini fyri ófaklærd vóru umleið 3,99, meðan restin eru faklærd.

Tølini vit vísa á, eru faktiska tali av fólki, ið eru limir í felagnum, og sum arbeiða í teimum ymisku samstørvunum. Hetta sær mann, um mann gevur sær stundir at lesa tað vit siga um hagtølini.

Sum felagið hevur víst á aftur og aftur, eru umleið 10% av okkara limum settir í starv á fulla tíð, øll hini arbeiða niðursetta tíð.

Tølini hjá okkum vísa einans tey starvsfólk, ið eru skrásett í okkara limaportali, og ikki øll tey, ið ikki eru limir í felagnum, men sum arbeiða aðrastaðni ella ganga í skúla, og koma inn á økið at taka nakrar vaktir.

At tosa um at vit lýsa støðuna nógv verri enn hon er, undrar okkum. Vit fyrihalda okkum til fakta, ið vísir, hvussu nógv fólk eru í arbeiði fyri at røkja hesi størvini. At siga at 35 ófaklærd blíva til 14,7, við at umrokna til ársverk, er sum at blása og hava mjøl í munninum. Tey 20,3 fólkini, ið eru við til at røkja arbeiðið, blíva tey burtur? Tá halda vit heldur, at man tosar um at sminka tølini, so ongin skal vita, at mann politiskt bjóðar limunum í felagnum at arbeiða niðursetta tíð.

Høvdu fólk heldur hugt uppum hetta, at verja borg, og farið undir kreativar loysnir, fyri at fáa so nógv sum gjørligt av fólki til Suðuroyar í skúla, høvdu vit skilt betur hesa skrivingina.

Soleiðis sum vit lesa hesa skriving, sigur mann, at støðan ikki er so ring á eldraøkinum.

Eitt annað, ið ikki er minni áhugavert, vísa okkara tøl, at størsti bólkurin av starvsfólki, ið eru skrásett í okkara skipan, eru millum 51 og 70 ár.

Heilsuhjálparafelag Føroya, metir ikki, at tað er nøkur loysn at flyta skúlan, ið er uppbygdur gjøgnum nógv ár við góðum førleikum, og tað er heldur ikki grundin fyri, at vit koma við hesum hagtølum. Nei kom heldur og tosa um, hvussu vit kunnu fáa gongd á eina skipaða útbúgvingartilgongd fyri alt landið.                                                                                                   

Heilsuskúli Føroya liggur gott har hann liggur, og tað er ikki trupult at fáa nakað at búgva í har suðuri, heldur ikki kunnu prísirnir fyri leigu samanlíknast við tað teir eru í Tórshavn.

At enda kunnu vit upplýsa, at komandi árini fara fleiri og fleiri frá vegna aldur. Um vit skulu gera tað áhugavert fyri ung fólk at taka útbúgving innan økið, er neyðugt, at man bjóðar hesum fólkum ein setanarbrøk og eina løn, ið tey kunnu liva av, so tey ikki skulu hava fleiri størv fyri at fáa endarnar at røkka saman.

Tórshavn hin 11. mars 2020,

Mary Antonsdóttir, forkvinna