Tómi barnavognurin við sjóvarmálan og sporini í kavanum oman til sjógvin vaktu illgruna. Mynd: Ronald Johansen/Tromsø.

Støðan er framvegis lívshættislig

- Tær báðar genturnar, sum eru á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo, eru framvegis í lívsvanda, sigur norska løgreglan.

 

Tómi barnavognurin við sjóvarmálan og sporini í kavanum oman til sjógvin vaktu illgruna. Mynd: Ronald Johansen/Tromsø.

 

Tær báðar genturnar, sum liggja á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo eftir tilburðin mánakvøldið, tá ein ung mamma og tríggjar døtur hennara endaðu í sjónum í Tromsø, eru framvegis í lívsvanda. - Genturnar eru framvegis í lívsvanda, sigur støðleiðarin, Anita Hermandsen, við VG.

Tað vóru fólk, sum komu framvið, ið sóu ein tóman barnavogn og spor í kavanum oman móti sjónum, sum boðaðu løgregluni frá. Leiting varð sett í verk, og her funnu bjargingarfólk eina unga mammu og tríggjar smágentur í sjónum. Øll vóru lívleys og niðurkøld.

Fyrst doyði elsta gentan, sum var seks ára gomul, og seinni er so eisini unga mamman, sum var í 20-unum, staðfest deyð. Í morgun veit norska løgreglan at siga, at báðar tær yngru genturnar, ávikavist fýra og hálvt annað ára gamlar, framvegis eru í lívsvanda. Løgreglan kannar málið sum dráp og drápsroynd.

Støðleiðarin, Anita Hermandsen, sigur við VG, at løgreglan framvegis ynskir at frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð familjuna ávegis og niðri við sjóvarmálan umleið klokkan 17.30 norska tíð seinnapartin mánadagin. 

- Vit kunnu ikki fara út við teimum upplýsingum, vit hava, tí hesin kunnu ávirka møgulig vitni. Tí halda vit kortini tætt inn at kroppinum, samstundis sum vit gjarna vilja frætta frá fólki, sum vita um familjuna, sigur hon við VG.

Maðurin var til arbeiðis, og konan hevði verið eftir børnunum í barnagarði og skúla, áðrenn syrgiliga tilburðin mánakvøldið. Familjan hevur sín uppruna í Sudan, og tey búðu øll saman í Tromsø. Grannar siga, at tey at síggja til høvdu eitt vanligt familjulív og sóu út til at trívast. 

Tómi barnavognurin við sjóvarmálan og sporini í kavanum oman til sjógvin vaktu illgruna. Mynd: Ronald Johansen/Tromsø.