Støðan hjá Navalnyj versnar í russiskum fongsli

44 ára gamli kendi atfinnarin av Vladimir Putin forseta fór í síðstu viku í hungursverkfall.

Ein advokatur hjá fongslaða russiska andstøðuleiðaranum Aleksej Navalnyj sigur í dag, at heilsustøðan hjá klienti versnar, og at hann missir eitt kilo um dagin undir hungursverkfalli. - Foto: Kirill Kudryavtsev/Ritzau Scanpix

Ein advokatur hjá fongslaða russiska andstøðuleiðaranum Aleksej Navalnyj segði í dag, at støðan hjá klienti hennara versnar. Naalnyj missir tvey kilo um dagin í hungursverkfallinum.

44 ára gamli kendi atfinnarin av Vlademir Putin fór í síðstu viku í hungursverkfall sum mótmæli ímóti teimum viðurskiftum, sum hann hevur í fongslinum, har hann skal sita dómin upp á tvey og eitt hálvt ára fongsul.

Advokatur hansara, Vadim Kobsev, vitjaði í dag Navalnyj í Vladimir-landspartinum eystan fyri Moskva.

Kobsev sigur, at Navalnyj hevur álvarsamar ryggtrupulleikar. Hann hevur fingið staðfest trupulleikar í mønurennuni. Støðan verður verri við sjúkueyðkennum, sum spreiða seg til bein, armar og hendur.

Í einum instagram-boðum skrivar Navalnyj, at fongsulsmyndugleikarnir royndu at máa undan hungrsverkfalli hansara við at koyra góðgæti í lummar hansara og grilla ein høsnarhunga nærindis honum.

Navalnyj er fluttur til eina sjúkradeild. Hann hevur kært seg um hosta og fepur.

Tað varð noktað honum at tosa við ein lækna, sum hann sjálvur hevði valt.

Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International segði hósdagin, at korini hjá Navalnyj kunnu metast við píning, og sum spakuliga kann gera enda á honum.

Tríggir medfangar hjá Navalnyj eru áður koyrdir á sjúkahús við tuberklum.

Advokaturin hjá Navalnyj, Olga Mikhailova, hevur áður sagt við óhefta netmiðilin Dozhd, at Navalnyj hevur mist 13 kilo, síðani hann kom í fongsulsleguna.

Navalnyj varð lívshættisliga eitraður í sambandi við eina innanríkisflúgving í august 2020. Hann vendi í januar heimaftur eftir longri viðgerð á sjúkrahúsi í Týsklandi.

Heimkomin til Russlands varð hann handtikin. Sambært russisku myndugleikunum hevur hann brotið reglurnar um royndarleyslating í sambandi við ein treytaðan dóm, hann fekk í 2014.

/ritzau/Reuters