Støðan í Naajaat er katastrofal

Fólk í grønlendsku bygdini, sum mistu sínar jollur og inntøkumøguleika stutt fyri jól, kenna seg slept upp á fjall. Hendingin fór fram, tá eitt ísfjall koppaði.

 

 

Tað var stutt fyri jól, at aldurnar herjaðu grønlendsku bygdina Naajaat, har seks jollur fóru í knús. Hetta hevur ført til, at veiðimenn í bygdini og familjur teirra hava verið uttan inntøkur síðan hesa hending.

Nú føla tær familjur í bygdini, sum vórðu raktar, at tær eru sleptar upp á fjall av myndugleikunum. Stívliga 50 fólk búgva í Naajaat, og lokala felagið hjá fiski-og veiðimonnum hevur stívliga 20 limir.

Av hesum hava seks mist sínar jollur og allan fiskireiðskap, skrivar Sermitsiaq.

Orsøkin til stóru aldurnar, sum knústu jollurnar, var, at eitt ísfjall koppaði, og tað vóru aldur frá hesi hending, sum gjørdu stóra skaðan. Allar tær raktu familjurnar eru knýttar at teirri inntøku, sum veiða av kópi og svartkalva hevur.

Tær raktu familjurnar hava fingið hjálp til brennievni til upphiting av húsunum, har tey búgva, og tey hava fingið hjálp til hundafóður og jólamat. Men, nú er hjálpin brúkt, og tískil eru tað onnur í bygdini, sum hjálpa teimum, sum eru ringast fyri.

Familjurnar, sum vórðu raktar, føla seg sleptar upp á fjall av myndugleikunum, sum tey halda ikki hava veitt teimum nóg dygga hjálp. Orsøkin til, at hjálpin ikki hevur verið hollari, er, at myndugleikarnir ikki síggja hendingina sum eina neyð-og katastrofustøðu.

Stutt eftir hendingina leigaði kommunan, sum Naajaat partur av, tvær jollur, sum tey raktu kunnu brúka, og haraftrat keypti kommunan eina jollu, sum hevur verið brúkt til at føra reint drekkivatn til bygdina.

Meira kann lesast um støðuna hjá teimum raktu í Naajaat um heimasíðuna - www.sermitsiaq.ag