Støðugur fólkavøkstur

1. juni í ár var fólkatalið í Føroyum 51.783, og tað eru 864 fleiri enn 1. juni í fjør.

Nýggjastu tølini hjá Hagstovuni vísa sostatt, at fólkavøksturin í Føroyum heldur áfram, og at trendurin er rættiliga støðugur.

Um hugt verður eftir grafinum niðanfyri, so sæst, at síðan fólkaminking broyttist til fólkavøkstur um 2014, so hevur fólkavøkstur verið á hvørjum ári, og at vøksturin hevur verið støðugur.

Fólkatølini eru ein mánaða afturút, og um hetta sigur Hagstovan, at seinkingar eru í skrásetingunum. Serliga eru tað flytingar, ið verða skrásettar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánaða, so at uppgerðin verður so rætt vísandi sum gjørligt.