Støkk fingið nýggjan høvuðsstuðul

Fimleikafelagið Støkk og BankNordik hava skrivað undir eina nýggja avtalu, ið inniber, at BankNordik verður nýggjur høvuðsstuðul hjá Fimleikafelagnum Støkk. Tað boðar partarnir frá í tíðindaskrivi sent miðlunum í dag.

Avtalan inniber, at BankNordik verður við til at stuðla feglanum og fer at verða ein sjónligur partur av fimleikafelagnum.

Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri hjá BankNordik í Saltangará, og Helen Gaardbo, forkvinna í Fimleikafelagnum Støkk, møttust í gjár at undirskriva høvuðsstuðulsavtaluna.

- Nýggja høvuðsstuðulsavtalan við BankNordik ger, at vit hava betri møguleikar og karmar at menna allar íðkarar, limir og venjarar í felagnum. Avtalan gevur okkum møguleika at bjóða limum í felagnum enn betri og spennandi tilboð, og tað fer at hava eina jaliga ávirkan á allar fimleikagreinar, sigur Helen Gaardbo, forkvinna í Støkk.

Eisini Sæunn L. Nolsøe fegnast um nýggja samstarvið millum bankan og fimleikafelagið.

- Støkk bjóðar eitt dygdargott tilboð til fólk í øllum aldri, har dentur verður lagdur á at bøta um heilsuna og at menna førleikarnar hjá tí einstaka. Harafturat leggur Støkk dent á at eggja børnum og ungum at vera virkin í nærumhvørvinum. Henda samanrenning gagnar føroyska samfelagnum, sigur Sæunn L. Nolsøe.