Størsta orsøk til mismun millum kynini

Soleiðis, sum farloyvisskipanin er snikkað saman, fremur hon mismun móti báðum foreldrum

Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini, vísir á, at fyri mammuna gongur skipanin út yvir karrieruna, lívsinntøkuna og pensiónina, meðan pápin verður fyri sviðusoð, bæði tí hann fær minni tíð heima við barninum, umframt at tað gongur út yvir møguleikarnar hjá pápanum at fáa foreldrarætt, skuldi parið farið hvør til sítt.

– Størsta orsøkin til mismun millum kynini er tað, at mammurnar taka barsil og eru burtur av arbeiðsmarknaðinum tey árini. Hyggja vit eftir teimum kvinnunum, sum fara av arbeiðsmarknaðinum, hava tær munandi lægri lívsinntøku enn tær, sum ikki gera. Lívsinntøkan er um 20-30 prosent lægri, sigur Ólavur Ellefsen.

– Lønin verður lægri, pensjónin verður lægri, og møguleikarnir á arbeiðsmarknaðinum verða verri.

Tað, at mamman hevur rætt til nógv meira farloyvi enn pápin, hevur eisini ávirkan á møguleikanum hjá pápanum at fáa foreldrarætt, skuldi eitt par farið hvør til sítt.

– Rætturin hyggur eftir, hvør hevur tikið sær av børnunum, og so gevur rætturin mammuni foreldrarættin av teirri einastu grund at hon hevur tikið sær av teimum, sigur Ólavur Ellefsen og ger greitt, at farið verður inn við lóg at geva mammuni fyrimun í foreldrarættarmálum, tí at lógin sigur, at mamman fær 44 vikur í farloyvi, meðan pápin bert fær fýra.