Størsti atkvøðurslúkurin stillar ikki uppaftur

Eg haldi, at tað er skeivt bæði at sita í Løgtinginum og í býráðnum, sigur maðurin sum kundi farið eftir borgarstjórasessinum

Hann er yngsti maður, sum nakrantíð er valdur á ting. Við 998 atkvøðum á listanum hjá Fólkaflokkinum, sum á seinasta løgtingsvali gjørdist størsti flokkurin, er hann fyrst valdi tingmaður Føroyum á valinum í 2019.

Hann kundi saktans grundgivið fyri, at hann nú fór at royna eftir borgarstjórasessinum í Klaksvík og soleiðis blivið yngsti borgarstjóri í Føroyum.

Men tað ger hann ikki.

##med2##

Beinir Johannesen stillar ikki upp til býráðsvalið í Klaksvík. Hann varð valdur í býráðið á seinasta býráðsvali sum 19 ára gamal við 170 atkvøðum.

– Eg haldi ikki, at tað er rætt at løgtinsfólk sita í býráðnum. Og eg haldi heldur ikki, at tað ber til at røkja bæði størvini í senn. Eg havi í øllum førum ikki tíð til tað, sigur hann.

Harumframt heldur hann, tú sum býráðslimur og løgtingslimur kanst koma í trupulleikar av mótstríðandi áhugamálum, tí løgtingið lóggevur á økjum, sum kommunan virkar á.

Beinir Johannesen sigur, at hann hevur boðað valfelagnum í Klaksvík frá í góðari tíð.

– Men tú kundi tað sama grundgivið beint øvugt og sagt, at tú fórt eftir borgarstjórasessinum og soleiðis blivið yngsti borgarstjóri Klaksvík, hevur tú ikki havt tað í tonkunum?

– Nei tað hevur ikki mín áhuga, í øllum førum ikki nú. Tað kann koma seinni, sigur Beinir Johannesen.

Spurdur um eingin hevur lagt trýst á hann at stilla upp kortini fyri at fáa flokkinum fleiri atkvøður, so er stutta svarið: »Jú«.

Men støðan er tikin, Beinir Johannesen verður ikki á listanum hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið hesaferð.

Fólkaflokkurin í Klaksvík hevur havt annan uppstillingarfund. Tann triði verður 15. oktober.

 

Valúrslitið í Klaksvíkar kommunu á seinasta býráðsvali 8. november í 2016:

 

Flokkur

Atkvøður

%

Vald

A. 

Fólkaflokkurin

1.093

33,2

4

B. 

Sambandsflokkurin

149

4,5

0

C. 

Javnaðarflokkurin

485

14,7

2

D. 

Nýtt Sjálvstýri

1.100

33,4

4

E. 

Tjóðveldi

468

14,2

1

Atkvøður   

3.305

 

Blankar/Ógild.

Valrætt/Valluttøka   

3.779

87,5%

5/5

 

Býráðið í Klaksvík, sum varð valt í 2016:

 

Nr.

Listi

Navn

Atkv.

1

A

Gunvá við Keldu

221

2

A

Atli S. Justinussen

182

3

A

Beinir Johannesen

170

4

A

Herfrí Sørensen

100

5

C

Signhild V. Johannesen

166

6

C

Tummas Lervig

78

7

D

Jógvan Skorheim

729

8

D

Kristian Eli Zachariasen

103

9

D

Óli M. Lassen

80

10

D

Beinta Klakstein

44

11

E

Steinbjørn O. Jacobsen

135

 

 

 

 

Politiska framtíðin hjá Beini Johannsen liggur í hesum húsinum við Tinghúsvegin í Havn og ikki í býráðshúninum í Klaksvík