Stór framstig í filmsvinnuni seinastu árini

Jan Berg Jørgensen, sum nú situr sum formaður fyri stýrinum í Filmshúsinum, hevur fingist við film so at siga síðan hann kom aftur til Føroyar, og hevur eisini verið partur av menningini av føroyskari filmslist og filmsvinnu seinastu árini.

Tað hevur verið rættiligur framburður innan føroyska filmslist, heldur Jan Berg Jørgensen, men framburðurin er ikki komin av sær sjálvum.

 

– Vit gjørdu stuttfilmskappingar og gjørdu nakrar vegleiðingar, til hvussu tú gert film. Tað kom nokk so nógv í gongd tá, og millum annað Andrias Høgenni og Anton Petersen gjørdu fyrstu filmarnar har, sigur Jan Berg Jørgensen um tíðina, tá Klippfisk varð sett á stovn.

Les meira um føroyska filmsvinnu í Sosialinum, sum kann lesast á netinum her.