Stór ósemja í Sambandsflokkinum um rættindi hjá samkyndum

– Tit hava lovað tað, tit eiga at halda tað er greiði boðskapurin hjá Unga Sambandinum til Sambandsflokkin í hvassorðaum lesarabrævi

 

 

Lesarabrævið er soljóðandi:

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum segði í innslagi í kvf í kvøld, at hann ætlaði sær ikki at javnseta samkynd foreldur í barsilsskipanini. Okkum vitandi, er málið ikki umrøtt í flokkinum, og kom innslagið tí óvart á okkum. 

Próvførslan var, at tað eru so nógv børn sum hava tað torført, tí tey ikki vita hvør pápin er, men við tí próvførsluni skal eingin, eiheldur hinskynd, ið hava tað trupult at gerast við barn, fáa hjálp frá einum dulnevndum sáðgeva. Málið snýr seg einans um, at samkynd skulu javnsetast við onnur foreldur í barsilsskipanini; um tað skal vera loyvt at fáa hjálp frá einum dulnevndum sáðgeva er ikki partur av málinum. 

Vit í Unga Samband vilja sláa fast, at vit taka IKKI undir við landsstýrismanninum og halda, at samkynd foreldur skulu javnsetast við onnur foreldur.

Videobrotið vísir eitt brot úr Anglettinum, ið varð tikið upp stutt fyri seinasta løgtingsval, har lovað varð, at sjálvandi skulu tey samkyndu tryggjast frameftir - tit hava lovað tað, tit eiga at halda tað.

Sjálvandi skulu øll foreldur hava somu rættindi; eisini samkynd foreldur!

 

Nevndin

Unga Samband

Videobrotið kann síggjast her: https://www.facebook.com/245986778887762/posts/1753393801480378/?vh=e&d=n