Stór ósemja um bústaðarpolitisk átøk

Í morgun var frágreiðingin um bústaðarpolitisk átøk løgd fram. Men tað var als ikki ein samd nevnd, ið legði álitið fram. Ósemjan var so stór, at á tíðindafundinum segði Andras Róin, stjóri á Bústøðum, at hann tók frástøðu frá frágreiðingini

Regin Hammer, formaður í arbeiðsbólkinum

Regin Hammer, formaður í arbeiðsbólkinum

– Vit hava ikki fingið okkara viðmerkingar við í endaligu frágreiðingina, og eg kann ikki taka undir við henni. Vit á Bústøðum fara at koma við okkara egnu frágreiðing í næstu viku, har vit rætta tey ringastu mistøkini, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum, og ein av nevndarlimunum í arbeiðsbólkinum.

Tey, sum hildu, at nú fóru vit at fáa eina røð av tilmælum frá eini samdari nevnd um átøk at seta í verk fyri at bøta um bústaðarneyðina í Føroyum, eru farin skeiv. Tí tað var alt annað en semja um átøkini.

– Tað er ikki rætt, at stjórin á Bústøðum ikki er hoyrdur. Hann hevur verið við á øllum fundum, ið nevndin hevur havt. At hann sigur í dag, at teir ikki vilja vera við, tað kann eg ikki fyrihalda meg til. Eg eri ikki so áhugaður í tí. Vit hava gjørt eitt arbeiði fyri landsstýrið, og so mugu tey brúka tað, sum tey hava hug til. Og eg meti, tað er tíðandi, at tey brúka tað út frá teimum grundgevingunum, ið eru, og ikki út frá, um fólk eru fornermað ella ikki, sigur Regin Hammer, sum hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum.

##med2##

Hava roynt at gjørt vart við støðuna

Andras Róin er ikki samdur.

– Vit hava viðgjørt hetta í stýrinum fyri Bústaðir. Eg má siga, at vit kenna okkum ikki aftur í frágreiðingini. Vit hava verið ónøgd allatíðina. Vit halda ikki, at frágreiðingin fylgir arbeiðssetninginum, sum eru gjørdir. Arbeiðssetningurin nevnir millum annað, hvussu vit kunnu økja útboði, og at vit skulu gera nøkur tilmæli um tað. Spurnartekin er sett við, um tað í heila tikið er ein tørvur. Vit vita, at tað er, men frágreiðingin sigur bara kanska, sigur Andras Róin.

Spurdur um, hví hesar ósemjurnar ikki eru avgreiddar innanhýsis, sigur Andras Róin.

– Vit hava roynt ferð eftir ferð. Eg havi sent skrivlig boð til formann, skrivara og til allar nevndarlimirnar, hvat vit vilja hava við. Okkara ynski eru ongantíð gingin á møti. Man hevur valt út, hvat er tikið við. Vit síggja eisini, at tað sum var lagt fyri nevndina mánadagin, og sum bara skuldi rættlesast, ikki er tað sama, sum nú liggur á borðinum. Ein nýggjur kapittul er tikin inn, sum gongur út uppá at tøma Húsalandsgrunnin, sigur Andras Róin.

##med3##

Álitisbrot

Men formaðurin afturvísti hetta á fundinum, so segði, at tit høvdu havt høvi á fundinum mánadagin at gera viðmerkingar, men at tað ikki varð gjørt. Hvat sigur tú til tað?

– Tað eru orð móti orð. Vit gjørdu vart við longu frá byrjan av, at um ein partur av dagsskránni var at niðurleggja Húsalandsgrunnin og harvið Føroya Bústaðarfelag, so fóru vit úr bólkinum. Tá varð sagt ok, so varð tað tikið burturúr. Nú er tað koyrt inn aftur uttan at vit vita tað, uttan at vit hava fingið gjørt viðmerkingar til tað, og tað halda vit er so álvarsamt, at tað er eitt álitisbrot og tí mugu vit taka frástøðu frá frágreiðingini, sigur Andras Róin.

##med4##

Lesa grundgevingarnar

Formaðurin hevur eina aðra fatan av støðuni.

– Tað er ein strukturell ósemja í bólkinum. Nøkur halda, at javnseting er eitt vánaligt hugskot yvirhøvur, og tey halda at tað eigur ikki at verða javnsett, og so eru tað onnur, ið halda, at tað er hetta sum skal til fyri at loysa trupulleikarnar við bústaðarmarknaðinum, tí at vit mugu fáa kapitalin í landinum at lyfta við, sigur Regin Hammer, sum hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum.

Hevur frágreiðingin nakað virði tá ið ósemjan er so stór?

– Tað má vera upp til lesaran, hvat virði hann leggur í hetta. Lesarin í hesum føri, er landsstýrið. Tey hava fingið nøkur hugskot frá okkum. Hugskotini eru á hvør sínum bógvi, og vit royna at lýsa tey ymisku sjónarmiðini, sigur Regin Hammer.

##med5##

Regin Hammer, formaður í arbeiðsbólkinum

Andras Róin, stjóri á Bústøðum