Stór skandala at hótta løgmann

Tað er ein stór skandala, at kinesiski sendiharrin í Danmark hevur hótt løgmann at geva kinesiska telerisanum Huawei ein týdningarmiklan sáttmála í Føroyum.

Tað sigur Søren Espersen, sum er framsøgumaður hjá Danska Fólkaflokkinum í uttanríksimálum.

– Tað er fyrstu ferð, at vit fáa klokkurklárt prógv fyri, at sera tætt samband er millum kinesiska statin og Huawei.

– Vit hava havt varhugan, men nú hava vit eina rúkandi pistól. Nú er tað prógvað einaferð fyri allar – at vit eiga at halda okkum langt brutur frá hasum felagnum, sigur hann.