Stórfingin konsert við Ólavi í næstum

Ólavur á Váli Olsen skal spæla konsert í Løkshøll 19. oktober, og hann fer at hava sín bólk við sær

Leygardagin 19. oktober verður Løkshøll í Runavík karmur um stórfingna og sjáldsama konsert við fólkakæra sangaranum Ólavi á Váli Olsen við bólki.

Hetta verður aðru ferð, Ólavur skal spæla í Løkshøll, og áhoyrarar kunnu vænta eina vælfyrireikaða og gjøgnumhugsaða konsert frá einum trubaduri í toppformi. Ólavur hevur givið tvey nýggj løg út í ár, sum sjálvsagt vera at hoyra, og annars verður alt tað góða frá fløguni “Her & Nú” eisini á settlistanum.

Orkestrið er mannað av:

Ólavur á Váli Olsen – Akk guitar og sang
Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur
Erik Biskopstø – Bass
Magni Husgaard – Klaver
Jóhan Ziskason – El guitar
Laila Carlsen – Kór
Charlotta á Váli Olsen – Kór

##med2##

Konsertin í Løkshøll verður klokkan 20:00 hin 19. oktober, og til ber at kunna seg nærri HER.

ÓLAVUR - Títt vakra eygnabrá