Stormurin rakti jollufiskimenn meint

Dagurin, sum skuldi vera ein veitsludagur í Grønlandi, gjørdist í staðin dagurin, har roynt varð av øllum alvi at bjarga jollum og útgerð.

 

Um miðjan november var rættiligt illveður í Grønlandi, og illveðrið rakti nógvar grønlendskar jollufiskimenn ógvuliga meint. Fleiri mistu bæði jollur og reiðskap, og sambært Sermitsiaq er hetta í fleiri førum vorðið til tryggingarmál.

Jollur, sum stóðu uppi á landi, vórðu drignar til havs av stóru aldunum, sum skolaðu upp á land. Hinvegin vóru jollur, sum lógu fyri teymi í bátahavnum, eftir øllum at døma betri vardar.

Tað var hin 15. november, tá gønlendskir fiskimenn halda sín dag, at ringasta veðrið herjaði. Fleiri bygdir vórðu raktar av ódnarveðrinum, sum var upp í orkan, samstundis sum aldurnar gjørdust óvanliga stórar.

Dagurin, sum skuldi vera ein veitsludagur, gjørdist í staðin dagurin, har roynt varð av øllum alvi at bjarga jollum og útgerð, men tíverri vóru tað fleiri jollufiskimenn, sum júst henda dagin mistu sítt inntøkugrundarlag.

- Ódnarveðrið herjaði ikki minst í bygdini, Ilimanaq, og dagurin verður seint gloymdur av útróðrarmonnum og veiðimonnum í bygdini, skrivar Sermitsiaq.ag