Stórsligin fagnaðardagur í Svínoy

Nógv hundrað fólk vóru hjástødd, tá ið minnisvarðin yvir svínoyingar, sum eru farnir av vanlukku á sjógvi og landi varð avdúkaður

Tað var illveður fríggjdagin, og fyrr í vikuni sóu forsøgnirnir einki serligar út fyri leygardegnum.

Men tað spældi so framúr væl av í Svínoy leygardagin 15. juni 2019, tá ið tað varð skipað fyri stórslignum hátíðarhaldi í sambandi við, at minnisvarðin yvir svínoyingar, sum seinastu tríggjar øldirnar eru farnir av vanlukku á sjógvi og landi, varð avdúkaður.

Svínoyingar, sum búgva aðrastaðni og onnur eisini, vóru farin út fríggjadagin og fyrr í vikuni enn so, og leygardagin sigldi Ritan fleiri túrar fullsett úr Hvannasundi og út at Eiðinum.

##ms##

Líkindini vóru av teimum bestu at sigla. Fyrrapartin hekk tokan yvir bygdina, men tá ið tað leið fram ímóti klokkan 13, tá ið løtan í kirkjuni var sett at vera, lýsnaði. Kirkjan var fullsett, og nógv fólk var uttanfyri í góðveðrinum, har tað hoyrdist væl, sum gekk fyri seg í kirkjuni.

Jóannes Purkhús, sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, segði nøkur orð, og Jógvan Fríðriksson, bispur, sum í síni tíð var prestur í Norðoya eystara prestagjaldi, prædikaði. Hann endaði við at sipa til framúr sangin, sum 23 ára gamli Petur W. Háberg yrkti nakrar dagar eftir vanlukkuna í Havsbøll mikudagin fyrsta desember 1937.

Jens Guttesen, sum tá var 21 ára gamal, setti lag til yrkingina.

Ein av teimum, sum fórst henda feigdardagin, 1. desember 1937, var Jóannes Hansen, Jóannes úti í Váli, í Svínoy. Trý av abbabørnum hansara, Jóannes, Charlotta og Brita á Váli saman við Eli Smith, manni Britu, sungu sangin, eftir at bispur var liðugur.

Felagssangirnir í kirkjuni vóru Vælkomin summartíðin við sól um fjøll og fjørð, Stýr míni skútu í ódn og logn, Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur og Boðar tú til allar tjóðir. Óli á Geilini spældi undir til felagssangin.

Úti við minnisvarðan vóru felagssálmarnir So tak tú mínar hendur og tjóðsangurin, Tú alfagra land mítt, sum tað varð endað við.

17 sangarar settu dám á, bæði í kirkjuni og úti á Bø, tá ið minnisvarðin varð avdúkaður. Í kirkjuni sungu tey Uttan teg hjá Martini Joensen í útseting, sum kórleiðarin, Jógvan við Keldu, eigur, og við minnisvarðan sungu tey Allar staðir har eg fari.

Og tey á Váli sungu við minnisvarðan Eg eigi hirða, sum pápi teirra, Líggjas á Váli, longu í 1946 sang á plátu, sum varð ógvuliga væl fagnað.

Úti við minnisvarðan talaðu Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Poul Sivar Olsen, formaður í minnisvarðanevndini, Edvard Fuglø, listarmaðurin sum hevur sniðgivið minnisvarðan, ið er gjørdur í Týsklandi, og Heri Joensen, prestur og svínoyingur, sum segði frá um kumpassina, hann hevur í varðveitslu frá forfedrum sínum. Tvær ferðir hevur hon verið við, tá ið bátar eru farnir, og báðu ferðirnar eru hon funnin aftur.

Bjarni Jacobsen avdúkaði minnisvarðan, og Petur Danielsen avdúkaði minnisplátuna.

Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu var samskipari.

Svínoy er partur av Klaksvíkar kommunu og kommunan, minnisvarðanevndin saman við stuðlum og allir svínoyingar spílaðu seg út og vístu framúr gestablídni. Morgunmatur var í nýggja snotuliga húsinum á Gamlagarði, har tað eftir hátíðarhaldið var suppa at fáa.

Tað var fólk í hvørjum húsi, og allar dyr stóðu víðopnar fyri teimum vitjandi.

Símun Hansen, Jógvan Edmund á Geilini og Óli á Geilini eru góðir frásøgumenn, og teir vóru ferðaleiðarar og kunnaðu um heimbygdina, tá ið teir saman við gestum fóru runt bygdina.

Svínoy og svínoyingar settu saman við fyrireikarum og gestum henda leygardagin 15. juni 2019 eitt verdugt minni yvir øll tey, sum eru farin av vanlukku, og sum eru nevnd á plátuni – 51 menn og ein kvinna.