Kostnaðarmetingin fer at halda

- Tá trý tilboð liggja so tætt, er ikki orsøk til at óttast at tilboðini eru ov lág, sigur Klæmint Weihe, nevndarformaður í P/F Vágatunnilin. Stjórin í felagnum, Dávid Reinert Hansen, leggur afturat, at nú hesi tilboðini eru komin inn, er útlit til, at samanlagda kostnaðarmetingin kemur at halda

Sveinur Tróndarson


Tað var ein fegin Klæmint Weihe sum Sosialurin fekk orð á, aftaná at tilboðini vóru latin upp. Tilboðini vóru væl lægri enn roknað var við frammanundan, og hóast tað í sær sjálvum kann geva orsøk til illgruna, so heldur nevndarformaðurin í P/F Vágatunnilin ikki nakra orsøk verða til...