Stórt vatnkríggj í Klaksvík

Í kvøld klokkan 19 verður tað stóra vatnkríggið á Sjómannadegnum í Klaksvík. Bæði børn og vaksin, bátar, skip, sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum taka lut í vatnkrígnum

Fyrireikararnir siga, at siglt verður móti klokkuni runt sjóverjuskipið Brimil, sum sprænir sjógv upp í loft við stóru vatnkanónum sínum og fram við bryggjukantinum á vestursíðuni, har danska sjóverjuskipið og Hans á Bakka liggja við vatnkanónum/vatnsproytum og fram við vesturbryggjuni, har vatnkríggj er á bryggjuni (Kaptein Gardar vatnkríggi) og so aftur runt Brimil.

Sagt verður eisini, at um Brimil blæsur í lúðurin (eitt langt floyt) undir vatnkrígnum, skulu bátar og skip leggja stilt beinan vegin. Brimil blæsur í gongd aftur við tveimum stuttum floytum.  

Vatnkríggið endar við, at Brimil heilsar tríggjar ferðir við lúðrinum.

Øll skulu vera í bjargingarvestum, og ikki er loyvt at kasta vatnballónir á sjógv. Allir bátar skulu lurta á VHF-inum á Kanal 6. 

##med2##

Kaptein Gardar vatnkríggj 

Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, skipar Kaptein Gardar fyri vatnkríggi fyri smærri børn og teimum, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum. Hetta er eisini klokkan 19. 

Kaptein Gardar og aðrir sjórænarar verja seg móti børnum við vatnkanón og øðrum.

Øll – bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu roknað við at gerast dýggjvát og tí er umráðandi, at verða í heitum klæðum.

Tey, sum av einhvørjari orsøk ikki hava meldað til fiskikapping ella vatnkríggj, kunnu gera tað á bryggjuni frammanundan fiskikappingini ella vatnkrígnum.


Fiskikapping

Áðrenn vatnkríggið verður stór fiskikapping fyri børn í og undir skúlaaldri á Kósabrúnni. Kappingin byrjar klokkan 18.

Agn kann fáast á bryggjuni frá fyrireikarunum.

Tá ið liðugt er at fiska, skal navn og mobiltelefonnummar hjá luttakara skrivast á lítla pappírslepa, har navn, aldur og mobiltelefonnummar hjá luttakaranum skal skrivast á. Pappírslepin skal koyrast í lítla plastposan, sum verður koyrdur í tann stóra posan saman við størsta fiskinum. 

Tá ið fiskikappingin endar klokkan 19 verður plastposin við størsta fiskinum handaður fyristøðufólkunum.

Hinir fiskarnir, sum ikki skulu latast inn, skulu tveitast á sjógvin, um teir eru livandi, ella koyrast í stóra fiskakassan, sum stendur mitt á Kósabrúnni, har fyrireikararnir halda til.

Silvi vitjar, og børn og vaksin fáa kakao, sunnkist og góðgæti á Kósabrúnni, meðan fiskað verður.

Vinnararnir av fiskikappingini verða uppringdir, so skjótt úrslitið av kappingini er greitt, og fáa heiðursmerki. Vinningar verða handaðir á stóra pallinum í samband við stóra kaffiborðið, sum byrjar leygarmorgunin.
Fiskikappingin er deild sundur í fýra bólkar: Gentur undir fólkaskúlaaldur, dreingir undir fólkaskúlaaldur, gentur í fólkaskúlaaldri og dreingir í fólkaskúlaaldri.

Kappast verður um at fiska størsta fiskin.

Vinnarar í omanfyri nevndu bólkum fáa gull, silvur, bronsumerkir, og atgongumerki frá Cirkus Baldoni, umframt annað gott.

Tann, ið fiskar allarstørsta fiskin, verður útnevndur fiskikongur/fiskidrotning og fær ein serstakan vinning. Eisini fer umboð frá Havstovuni í stuttum at siga nøkur orð um vinnandi fiskin.