Stórt veiðivirði við lítlari nøgd

Tað er ikki altíð, at størstu nøgdirnar geva teir flestu pengarnar. Tað vísir uppgerð yvir gongdina hjá partrolarum og lemmatrolarum í farna ári.

 

Brestir hevði størsta veiðivirði í fjør av partrolarum og lemmatrolarum við 620 tonsum.

Brestir hevði størsta veiðivirði í fjør av partrolarum og lemmatrolarum við 620 tonsum.

 

Tað eru teir seks partrolararnir, ið hava gulllaksaloyvi og sum fiska gulllaks í summarhálvuni og upsa í vetrarhálvuni, sum hava størstu veiðinøgdirnar í 2020. Polarhav og Stjørnan liggjast ovast við tilsamans 6.105 tonsum. Á øðrum plássi eru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin við 5.903 tonsum, og síðan koma Skoraberg og Fuglberg, fyrrverandi Vestmenningur og Fram, við 5.699 tonsum.

Hyggja vit eftir veiðivirðinum hjá somu skipum - ella pørum - er myndin hin sama. Polarhav og Stjørnan hava fiskað fyri tilsamans 34,3 miljónir krónur, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava fiskað fyri tilsamans 32 miljónir, og Skoraberg og Fuglberg hava fiskað fyri 30,2 miljónir krónur.

Tað eru serliga tveir ísfiskatrolarar, sum bjóða gulllaksaskipunum av í veiðivirði, og hesir eru Heykur og Falkur, sum tilsamans hava eitt veiðivirði í 2020 á 33,1 miljón krónur fyri tilsamans 4.634 tons, meginparturin upsi. Hóast Heykur og Falkur ikki hava gulllaksaloyvi og munur tískil er á veiðini, stinga hesi skip seg kortini upp ímillum gulllaksaskipini í veiðivirði. Í fjør seldu Heykur og Falkur nevniliga fyri eitt vet minni enn besta gulllaksaparið, men teir seldu fyri meira enn hini bæði pørini, sum eisini hava gulllaksaloyvi.

Ein orsøk til, at Heykur og Falkur standa seg so væl og betri enn hini bæði pørini hjá sama reiðaríi, Bakur og Stelkur og Rókur og Lerkur, liggur í, at hesi skip kunnu hava fleiri kør í lastini. Heykur og Falkur taka nevniliga 800 kør, meðan hini skipini taka eini 600 kør. Men, tað er bara, tá fiskiskapurin er góður, at lastin kann hava ein ávísan týdning. Í farna ári vóru skip hjá Faroe Origin á beding, og okkurt av skipunum var úr vinnu í hálvan triðja mánaða.

Bólkur 2, sum fevnir um bæði partrolarar, lemmatrolarar og tveir frystitrolarar, er soleiðis rættiliga blandaður. Her eru, sum áður nevnt, trý partrolarapør, sum hava tey framíhjárættindini, at teir kunnu fiska gulllaks í summarhálvuni og upsa í vetrarhálvuni. Her eru partrolarapør, sum at kalla fiska upsa burturav, harav okkurt einstakt parið eisini ger nakrar túrar eftir kongafiski, og her eru lemmatrolarar, sum eitt nú fiska eftir stinglaksi á djúpum vatni. 

At enda eru tveir frystitrolarar, Brestir og Vesturleiki, eisini í sama bólki, og teir fiska serliga svartkalva, ið verður virkaður umborð. Og sambært tølunum hjá Vørn fæst nógv burtur úr lutfalsliga lítlum hjá báðum frystitrolarunum. Tá tú hyggur eftir tølunum yvir mestu veiði í undanfarna ári, endar Brestir næst niðast í veiðinøgd - og niðast er Vesturleiki hjá sama felag í Sørvági. Hesi eru bæði frystiskip, og meginparturin av veiðini er svartkalvi, tá hugt verður í talvuna hjá Vørn yvir veidd fiskasløg, sum tó ikki er við á hesum síðunum.

##med2##

Tað, sum serliga fellir í eyguni, er, at Brestir við sínum 620 tonsum í 2020 er endaður ovast í veiðiveiði við heili 18,2 miljónum krónum. Av teimum 620 tonsunum, eru 580,4 tons svartkalvi, sum eru seld fyri stívliga 17,8 miljónir krónur. Sløk 25 tons er kongafiskur, og 10,6 tons er toskur, og væl er fingið burtur úr øllum hesum fiskasløgum.

Tað er merkisvert, at eitt skip, sum fiskar 620 tons tilsamans, endar ovast í veiðivirði yvir eitt ár - og oman fyri tey skip, sum fiska fleiri enn 3000 tons av øðrum fiskasløgum.

Men, tað er her, at fiskaslag og virking av rávøruni rættiliga kemur til sjóndar. Eitt ísfiskaskip fær væl minni fyri svartkalvan, tá hann verður landaður feskur og heilur, enn tá fiskurin verður seldur virkaður og frystur. Sama er galdandi fyri kongafiskin og toskin, sum Brestir seldi í 2020 og sum eisini hevur givið skipinum ein væl betri prís enn prísin, sum fæst á marknaðinum fyri vanligan ísfisk.

Í sínari tíð var ávís mótstøða ímóti, at fiskur undan Føroyum skuldi virkast umborð, tí hetta fór at ganga út yvir arbeiði í fiskiídnaðinum á landi. Men, gongdin hjá eitt nú Bresti og Vesturleika kundi bent á, at hetta er ein leið, vit í ávísan mun kundu umhugsað.

Brestir hevði størsta veiðivirði í fjør av partrolarum og lemmatrolarum við 620 tonsum.

Viðmerkjast skal, at Brestir og Vesturleiki eru frystitrolarar.