Stórur áhugi fyri grundstykkjum á Skála

– Longu nú eru 23 av teimum 27 grundstykkjunum, sum skulu útstykkjast á Skála, umbiðin. Bústaðir hevur eisini ætlanir um at byggja fleiri íbúðir á Skála, sigur Hans Jákup Johannesen av Skála, sum eisini er limur í byggi- og býarskipanarnevndini í Runavíkar kommunu

Umframt borgarstjóran, vóru tríggir av býráðslimunum við, tá ið avtalan við Articon varð undirskrivað á Skála fríggjadagin. F.v.: Etly Nord Højgaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Hans Jákup Johannesen, Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og

Runavíkar kommuna og Articon skrivaðu fríggjadagin undir sáttmála um at stykkja út grundøkir suður frá Hórheiðum á Skála. Talan er um sáttmála um útstykking av 27 grundøkjum.

Skrivað varð undir í húsinum, har gamla Skála kommuna helt til, og sum nú er húsið hjá fornminnisfelagnum. Í Húsinum eru millum annað fleiri av lutunum, sum hava verið nýttir á Skála Skipasmiðju.

Friðingarmyndugleikar uppí

– Einki er stykkjað út á Skála síðani kommunurnar løgdu saman, og tí er tørvurin stórur at fáa nýggj grundstykki hjá skálafólk, sigur Hans Jákup Johannesen.
Kommunurnar løgdu saman 1. januar 2005, og tá var ein útstykking júst gjørd. Seinnu árini hevur tó verið arbeitt við ætlanunum um at stykkja út á Hórheiðum. Steðgur kom tó í, tí at friðingarmyndugleikarnir komu inn í myndina.
– Ætlanin steðgaði vegna eina kæru. Nakað sunnanfyri hetta økið var ein gomul búseting og ein gomul neytagøta, sum er friðað. Alt steðgaði upp í meira enn eitt ár, men niðurstøðan hjá friðingarmyndugleikunum var, at einki fornminni afturat var í hasum økinum, sigur Hans Jákup Johannesen.
 
Les meir um útstykkingina og fólkatalið á Skála í dagsins Sosiali, sum er í sølubúðunum kring landið.