Regn og vindur fyri framman

Tað letur til, at tað verður ein stund áðrenn vit síggja nakað serligt til sólina aftur, sambært DMI.

Sunnukvøldið fer eitt lágtrýst vestan fyri Skotland í ein landnyrðing í ein landsynning úr Føroyum. Mánadagin nærkast eitt veikt brúgvalag Føroyum úr suðri. Týsdagin fer eitt lágtrýst framvið Føroyum úr útsynningi og hevur ælaveður við sær av útsynningi.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, sum út á dagin snarar í ein landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli, men seinni skýggjað og regn. Hitin millum 8 og 10 stig. Út á kvøldið verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið, sunnanfyri møguliga upp í skrið eitt bil, 20 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, seinni klárar í við ælaveðri meðan hann makar vindin av vestri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Hitin fellur niður í 5 til 8 stig

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sunnanfyri upp í 13 metrar um sekundið, norðan fyri eitt bil lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 metrar um sekundið. Skýggjað og sunnanfyri stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina verður fleyr til stívt andøvsgul av norði og vestri, 3 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður og hitin millum 4 og 7 stig.

 

Týsdagin verður sum frá líður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið, við regni sunnan. Seinni verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, eitt bil upp í skrið, 15 til 20 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið, um kvøldið niður í fleyr, undir 5 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður og hitin alt døgnið millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið, sum snarar í ein landsynning og øtlar upp í hvassan vind, 13 til 18 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um kvøldið regn av útsynningi. Um kvøldið klárar í, tó okkurt æli og hann makar vindin. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum snarar í ein norðan og útnyrðing og øtlar upp í hvassan vind, 13 til 18 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður. Um náttina verður sum frá líður turt og tað klárar í, og vindur minkar niður í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri. Hitin millum 5 og 8 stig.