Stórur hátíðardagur í Húsavík í dag

Veðrið var av tí fagrasta, og nógv fólk vóru samankomin í Húsavík seinnapartin, tá Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, setti hakan í til tunnilsvegin til Dals.

 

 

Í góðveðrinum seinnapartin í dag varð haki settur í fyri nýggju farleiðini til Dals. Hetta hendi, tá landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, loysti fyrsta flagið av fyri nýggja vegnum til tunnilsmunnan húsavíkarmegin.

Almenna tiltakið savnaði um hálvtannaðhundrað fólk á Húsavíkarvegnum, har nýggi vegurin til tunnilsmunnan eftir ætlan skal byrja.

##med2##

Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, legði vegna byggiharran fyri við at bjóða øllum vælkomin. Hann fegnaðist um, at tað umsíðir er komið hartil, at sjøtul kann setast á hesa leingi eftirlýstu verkætlan við eini nýggjari farleið millum Húsavík og Dal.

Arbeiðið fer at byrja longu í komandi viku, tá økið verður hegnað av, og maskinurnar verða fluttar suður. Fyrst verður farið undir at gera arbeiðsvegin til tunnilsmunnan, áðrenn hol verður sett á at bora sjálvan tunnilin.

Tað upplýsti virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, vísti á, at Dalsvegurin, sum hevur hildið í ein heilan mansaldur, fer skjótt í søguna.

- Vegurin liggur í brattlendi; ann er smalur, her er ringt sýni og eisini vandi fyri omanlopi. Umstøðurnar eru tískil ikki tær bestu at koyra eftir.

##med3##

Sum landsstýrismaður í samferðslumálum hevur hann eina ábyrgd og skyldu at tryggja Føroya fólki, at tey kunnu ferðast trygt og ómakaleyst á okkara grønu oyggjum, sum hann tók til.

- Eins og tað stendur í endurskoðaðu ferðslutrygdarætlanini er neyðugt við einum góðum vegakervi fyri at tryggja, at trygdin er í hásæti. Og tað er eisini hetta, sum er orsøkin til, at Dalstunnilin nú verður gjørdur.

Heðin Mortensen segði, at Dalstunnilin snøgt sagt er neyðugur.

##med4##

- Eg fari at ynskja fólki her í Húsavík, Dali og sandoyingum sum heild og eisini Føroya fólki tillukku við byrjanini av hesi stóru verkætlan, sum fer at gagna Føroya landi, segði Heðin Mortensen millum annað.

Eftir røðuna hjá landsstýrismanninum, varð gjørt klárt til at loysa fyrsta flagið við einum haka, sum Bødvar Hjartvarsson í Dali hevur gjørt, og sum bygdahúsið í Dali fekk til ognar eftir tiltakið.

##med5##

Sum vera mann var eisini frøi á borgarstjóranum í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen, tá hon lýsti týdningin av eini betri farleið fyri borgarar í Húsavíkar kommunu.

- Vit í Sandoynni hóma eina spennandi framtíð fyri oynna. Hakin er nú settur í fyri Dalstunlinum, skotið er fyri Sandoyartunlinum, so um fá ár verður koyrandi til meginøkið.

Borgarstjórin vísti á, at tá alt hetta er gjørt, ber eisini til at búgva á bygd, hava spennandi starv aðrastaðni og atgongd til teir møguleikar, sum flest onnur í Føroyum hava.

##med6##

- Alt tað, sum tóktist so veruleikafjart, tykist nú at vera veruleiki, segði Brynhild Sørensen, sum vit á In.fo fara at venda aftur til.

Tá borgarstjórin hevði hildið sína røðu, bjóðaði hon vegna Húsavíkar kommunu og Landsverk til ein kaffimunn og lætt ábit í Sólarris.

Í bygdarhúsinum var hýrurin eisini góður við felagssangi og fleiri røðum. Tað var ein sangur um Dalsvegin, sum Jónleif Johannesen, løgtingsmaður, hevur yrkt, ið varð sungin.

##med7##