Nýtt flogfar á veg í flotan hjá Atlantsflogi

- Fýra flogfør lata upp fyri fleiri møguleikum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi

Niels Mortensen, nevndarformaður, Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Henrik Søndergaard og Bjarke Hansen frá Primo Tours avmyndað í Bø, tá ið nýggja samstarvsavtalan varð undirskrivað seinnapartin í dag (Mynd: Be

Í mai næsta ár fær Atlantsflog enn eitt Airbus 320neo í flotan, soleiðis at føroyska flogfelagið tá kemur at hava fýra flogfør. 

- Vit hava staðfest, at tørvur verður á fýra flogførum fyri framhaldandi at veita okkara trúføstu kundum á flogleiðunum til og úr Føroyum eina góða og støðuga tænastu, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.

- Fýra, heldur enn trý, flogfør lata upp fyri fleiri møguleikum, og vit gerast harvið eisini meira fleksibul. Tó er eisini neyðugt at fáa inntøkur fyri avlopsorku, serstakliga í lágárstíð. Tí hava vit í dag undirskrivað eina trý ára samstarvsavtalu við donsku ferðaskrivstovuna Primo Tours, ið tryggjar, at avlopsorkan verður gagnnýtt, sigur hon.

Samstarvsavtalan hevur við sær, at flogfør hjá Atlantsflogi komandi árini fara at flúgva fyri Primo Tours úr Jútlandi til ymisk ferðamál sunnanfyri. 

Komandi ár fer Atlantsflog sostatt at flúgva beinleiðis úr Vágum til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh, Barcelona, Mallorca, Gran Canaria, París og væntandi eisini nakrar túrar til New York. Fleiri av farleiðunum eru í code share samstarvi við KLM og Air France, og útboðið av flogsetrum verður størri enn nakrantíð áður.