Strandarhondbóltur í Tjørnuvík

Leygardagin 25.juli verður á fyrsta sinni skipað fyri beach hondbóltskapping í Tjørnuvík undir heitinum Sport Lunch Beach Handball Cup 2020.

Skipað varð í fleiri ár fyri beach handball, ella strandahondbólti, í Sandagerði í Havn, men hesaferð er tað strondin í Tjørnuvík, ið leggur karmar um serliga hondbóltsítróttin.

Tað eru gentur 18 hjá EB sum skipa fyri kappingini, og talan er um kapping fyri aldursbólkarnir frá U16 (árgangur 04-05) og U19 (árgang 01-03). Kappingar eru bæði fyri gentur og dreingir.

– Kappingin er ein góður møguleiki hjá ungu leikarunum at koma saman, spæla annarleiðis hondbólt og hugna sær við tónleiki, siga fyrireikararnir, ið eisini skipa fyri sølu av mati og drekka.