Strandarlondini hittast í London

Bretski høvuðsstaðurin verður karmur um strandarlandasamráðingar næstu tvær vikurnar

Mynd: Fiskimálaráðið

Mynd: Fiskimálaráðið

Bretski høvuðsstaðurin London verður næstu tvær vikurnar karmur um strandarlandasamráðingar, tá strandarlondini í Norðuratlantshavinum skulu finna semju um makrel, svartkjaft og norðhavssild. Tað boðar Fiskimálaráðið frá á heimasíðu síni.
Strandarlondini eru Føroyar, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.


Fyrst á skránni eru samráðingarnar um makrelveiðuna. Fundast verður um hesi viðurskiftini hesa vikuna, og er tað Evropasamveldið, ið hevur formansskapin.

- Á skránni fyri makrelsamráðingarnar eru havlívfrøðiligar og tøkniligar framløgur. Eisini skulu partarnir viðgera mest loyvdu veiðu fyri 2020 eftir, at ICES er komið við sínari ráðgeving fyri 2020, skrivar Fiskimálaráðið.

Síðan eru samráðingarnar um svartkjaftin og norðhavssildina á skránni, og verða tað tá Ísland og Føroyar, ið sita við borðendan og stýra samráðingunum.

- Eins og í makrelinum eru havlívfrøðiligar og tøkniligar framløgur á skrá. Eisini skulu partarnir viðgera mest loyvdu veiðu fyri 2020 eftir, at ICES kom við sínari ráðgeving herfyri, skrivar Fiskimálaráðið.  

Mynd: Fiskimálaráðið