Strandferðslan avlýsir fleiri túrar í dag

Mesti vindurin er norðanfyri, men um eina løtu fer hann at hæsa av

Prince hevur avlýst alla sigling ímillum Suðuroy og Havnina í dag

Prince hevur avlýst alla sigling ímillum Suðuroy og Havnina í dag

Tað er rættiliga nógvur vindur í dag, har tað er upp í ódn í hvurlunum summastaðni, og tað hevur fingið Strandferðsluna av avlýsa fleiri túrar.

Teistin hevur longið avlýst eit túr í morgun, men ætlanin er at sigla eftir ferðaætlanini, tað, ið eftir er av degnum.

Men Spógvin, sum siglur ímillum Gomlurætt og Hest, hevur avlýst allar túrarnar ídag og Sam hevur avlýst túrarnar fyrra partin av degnum, men eftir ætlan byrjar siglingin ímillum Klaksvík og Syðradal aftur nakað út á seinnapartin.

Og Prince, sum siglur ímillum Krambatanga og Havnina, hevur avlýst alla sigling í dag.

Annars koyrir Bygdaleiðir sum vant.

Mesti vindurin er norðan fyri, men eftir veðurforsagnunum fer hann at minka vindin nógv nú fyrrapartin og seinnapartin verður væl minni vindur.

Á Gjáarskarði er hann upp í 41 metrar um sekundið og á Dalavegnum til Viðareiðis verður upp í 34 metrar um sekundið.

Á Høgareynið eru 35 metrar um sekundið og á Porkerishálsi eru 30 metrar um sekundið.

Prince hevur avlýst alla sigling ímillum Suðuroy og Havnina í dag