Strandferðslan avlýsir nakrar túrar í dag

Tað er aftur nógvur vindur í dag og tað avmarkar samferðsluna

 

 

Tað er aftur rættiliga nógvur vindur í dag av útsynningi og vestri, og tað hevur fingið Strandferðsluna at avmarka ferðasambandið, bæði á sjógvi og landi.

Bussurin ímillum Skálabotn og Oyndafjørð, koyrir ikki fyri veður, og Teistin fer ikki í sigling um Skopunarfjørð fyrrenn nú klokkan 10.30, tá ið hann fer fyrsta túrin úr Skopun.

Smyril er farin av Krambatanga til Havnar klokkan sjey í morgun, sum ætlað, men hann fer ikki suður aftur fyrr enn klokkan 17 – og so siglur hann norður aftur til Havnar klokkan 20, og ikki klokkan 21, sum vanligt.