Lógarbroyting gevur lesandi størri rásarúm

Vónin er ein nýggj útbúgvingarskipan, sum tryggjar lesandi møguleika at royna seg á arbeiðsmarknaðinum

Tommy Ahlers er royndur íverkseti og bleiv ministari í fjør (Mynd: Peter Nørby/Alt.dk)

Tommy Ahlers er royndur íverkseti og bleiv ministari í fjør (Mynd: Peter Nørby/Alt.dk)

 

Danska stjórnin samtykti í gjár eitt lógaruppskot, sum skal geva lesandi størri rásarúm og fleksibilitet. Tey, sum hava lokið bachelorútbúgving fáa nú væl betri møguleikar at royna seg á arbeiðsmarknaðinum áðrenn víðari lestur.

Sum nú er, eru bachelorar bara tryggjaðir eitt pláss á kanidatútbúgvingini, um teir halda fram við útbúgvingini beinanvegin. Men nú verður hetta trygdarnetið útvíðkað í trý ár. Tað gevur bachelorum møguleika at steðga á aftaná lokna bachelorútbúgving, royna seg á arbeiðsmarknaðiunm í nøkur ár - samstundis sum tey eru tryggjað eitt pláss á teirra yvirbygningsútbúgving.

Lógarbroytingin kemur eisini teimum føroyskt lesandi í Danmark til góðar.

Lesandi fáa fleiri valmøguleikar

Haraftrat vera fleiri møguleikar at lesa hálva tíð, og tað verður eisini møguligt at taka eina 1 ára langa akademiska kandidatútbúgving.

Vónin hjá stjórnini er, at lesandi í Danmark uppá hendan mátan fáa fleiri valmøguleikar, enn tey hava havt higartil. Tað verður satsað uppá lívlanga læring, har tað verður meira natúrligt at byggja uppá sína útbúgving seinni í yrkisleiðini, aftaná mann hevur roynt seg nøkur ár á arbeiðsmarknaðinum.

- Hetta fer at gera mun

Útbúgvingarmálaráðharri Tommy Ahlers, sum hevur staðið á odda fyri uppskotinum, fegnast um, at allir Fólkatingsins flokkar samtyktu lógaruppskotið í gjár.

- Hetta fer at gera veruligan mun fyri tey lesandi og fyri tey arbeiðspláss, sum skulu seta tey í starv seinni. Eg hopi samstundis, at hetta kann vera byrjanin til eina útbúgvingarskipan, har mann leypandi kann koma aftur á universitetið fyri at fáa nýggja vitan, sigur Tommy Ahlers í almennum skrivi.

##med2##

Tommy Ahlers vissar fyri, at fleiri fyritøkur eru til reiðar at taka ímóti nýútbúnum bachelorum. Hann hevur nevniliga gjørt eitt lyfti um hetta saman við fleiri enn 100 ymsum donskum fyritøkum.

Nýggja lóggávan verður sett í gildi frá 1. juli 2019, og longdin av rættargildinum gongur aftur til 1. januar 2019, sum vil siga, at tey, ið enda sína bachelorútbúgving í ár, kunnu fáa ágóðan av hesum.

Tommy Ahlers er royndur íverkseti og bleiv ministari í fjør (Mynd: Peter Nørby/Alt.dk)

Tommy Ahlers, danskur útbúgvingar- og granskingarmálaráðharri (Mynd: Mads Claus Rasmussen © Scanpix)