Strandferðslan fyrireikar seg til illveður: Avlýsa nógvar túrar

Her sæst eitt fullfíggjað yvirlit yvir allar broytingarnar, sum verða í koyringini og í siglingini í morgin

Eisini um Skopunarfjørð vænta tey illveður, og í morgin verður ferðaætlanin hjá Strandferðsluni nígv skerd

Eisini um Skopunarfjørð vænta tey illveður, og í morgin verður ferðaætlanin hjá Strandferðsluni nígv skerd

Hann hevur boðað frá rættiliga nógvum vindi í morgin, serliga í annaðkvøld og sunnunáttina. Og nú hevur eisini Strandferðsan bundið um heilan fingur, og hevur broytt ein stóran part av ferðaætlanina í morgin, bæði á sjógvi og landi.

Smyril siglur sum vant í morgin ári, men ferðin, sum skuldi vera úr Havn klokkan 16, er framskundað til klokkan 12. og tá ið Smyril so er komin suður, verður hann lagdur, og siglur sostatt ikki av Krambatanga klokkan 18.30 og aftur úr Havn klokkan 21.15.

Men verri er við siglingini um Skopunarfjørð, tí har verður Ternan løgd longu, tá ið hon kemur Skopunar á miðdegi.

Eingin sigling verður út í Heyst og tað verður heldur eingin sigling út í Svínoy og Fugloy, og til Skúvoyar verður tað í mesta lagi bara tann fyrsti túrurin, verður sigldur.
Eisini til Nólsoyar gevst Strandferðslan at sigla á miðdegi í morgin, tí har er síðsta fart úr Nólsoy klokkan 13.

Somuleiðis er tað heilt nógvir bussar hjá Bygdaleiðum um alt landið, sum gevast at koyra longu fyrrapartin í morgin.

Broytingarnar, sum verða í morgin, eru hesar:

Á sjóleiðum verða hesar broytingar:

Leið 7 – Ætlaða fráferðin kl.18:30 og 21:15 eru avlýstar, umframt at fráferðin kl.16:00 er framskundað til kl.12:00.

Leið 60 – Seinasta fráferð úr Skopun er kl.10:30, og av gomlurætt kl.11:15.

Leið 61 - Ongin sigling.

Leið 56 – Seinasta fráferð kl.10:00 úr Klaksvík. Seinasta fráferð kl.10:20 av Syðradali.

Leið 58 – Ongin sigling

Leið 66 – Ongin sigling, Møguliga fyrsta túr

Leið 90 – Seinasta fráferð úr Tórshavn kl.12:30 og úr Nólsoy kl.13:00.

 

Á bygdaleiðum verða hesar broytingar:

Leið 100 – Seinasta fráferð kl.10:15 úr Tórshavn.

Leið 101 – Seinasta fráferð kl.10:40 úr Tórshavn.

Leið 300 – Seinasta fráferð kl.12:40 úr Tórshavn. Seinasta fráferð kl.10:20 úr Sørvági.

Leið 400 – Seinasta fráferð kl.12:10 úr Tórshavn. Seinasta fráferð kl.08:55 úr Klaksvík.

Leið 410 – Seinasta fráferð kl.08:55 úr Fuglafirði.

Leið 440 – Seinasta fráferð kl.09:05 av Strondum. Seinasta fráferð kl.10:05 av Toftum.

Leið 500 – Seinasta fráferð kl.08:25 úr Klaksvík. Seinasta fráferð 09:00 av Viðareiði.

Leið 506 – Seinasta fráferð kl.09:45 av Trøllanesi. Seinasta fráferð kl.10:20.

Leið 600 – Seinasta fráferð kl.09:35 úr Skálavík. Seinasta fráferð kl. 10:15 úr Skopun.

Leið 601 – Seinasta fráferð kl.09:20 úr Dali. Seinasta fráferð kl.10:15 úr Skopun.

Leið 700 – Seinasta fráferð kl.08:15 úr Sumba. Seinasta fráferð kl.08:50 av Tvøroyri.

Leið 701 – Seinasta fráferð kl.08:40 úr Fámjin. Seinasta fráferð úr Hvalba kl.08:25.

Eisini um Skopunarfjørð vænta tey illveður, og í morgin verður ferðaætlanin hjá Strandferðsluni nígv skerd