Strendur fær nýggja atløgubryggju á Hulki

Her eru góðir útbyggingarmøguleikar, og her eru eisini møguleikar at binda verandi bryggjur saman. Ein annar møguleiki er at byggja frystitunlar inn í bergið.

Stórir útbyggingarmøguleikar eru á Hulki, bæði norður eftir og suðureftir. Mynd: Álvur Haraldsen.

Stórir útbyggingarmøguleikar eru á Hulki, bæði norður eftir og suðureftir. Mynd: Álvur Haraldsen.

 

Skálafjørðurin er ein av bestu náttúruhavnum, og hóast eingin munandi brimverja nakrantíð hevur verið á Hulki, hevur atløgubryggjan her mangan verið brúkt, tá illveður var. Eisini í gomlum døgum lógu sluppirnar fyri teym út fyri Hulki, væl goymdar og vardar fyri illveðri. 

Í Sjóvar kommunu hava tey í eina tíð arbeitt við at betra um umstøðurnar til vinnuligt virksemi á Hulki - við nýggjari bryggju og nýggjum vinnuøki. Í fyrstani ætlaði kommunan bara at gera ábøtur, men skjótt sóu tey, at hetta fór at gerast ov kostnaðarmikið í mun til tað, sum ein nýggjur bryggjukantur fór at kosta.

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, vísir á, at kommunan tískil heldur valdi at gera ein nýggjan bryggjukant beint niðan fyri Vaðhorn heldur enn at umvæla hin verandi, sum var í sera ringum standi. Nýggi bryggjukanturin gongur 20 metrar longur út og er 107 metrar langur.

- Við hesum hava vit eisini fingið eitt dýpi, sum nú er 12 metrar og meira í staðin fyri eitt dýpi, sum einans var millum fimm og sjey metrar, sigur hann.

Samstundis, sum bryggjan niðan fyri Vaðhorn nú verður nýggj, verður eisini skapt eitt nýtt vinnuøki norðan fyri Vaðhorn, sum verður umleið 2500 metrar stórt. Artur Johansen sigur, at tað er Sp/f Rókin, sum ger hetta arbeiði fyri Sjóvar kommunu, og tað er Landsbyggifelagið, sum hevur projekterað. 

- Árið 2019 brúktu vit einar sjey miljónir krónur til havnarverkætlanina á Hulki, tí her varð neyðugt at keypa stál og spunsl, og í 2020 hava vit brúkt einar 7 til 8 miljónir krónur aftrat, sigur borgarstjórin sum vísir á, at í hesum árinum verður tekniski partur av verkætlanini framdur, og hetta er eitt nú streymur, vatnveiting og rensl.

Alt grótið, sum higartil er brúkt í útbyggingini av havnalagnum, er spongt úr beninum norðan fyri Hulk, og her hevur verið ríkiligt av gróti. Artur Johansen sigur, at umframt vinnuøki, sum nú er komið burtur úr norðan fyri Vaðhorn, er eisini eitt stórt økið fingið burtur úr framman fyri sjálvt virkið.

- Hetta eru einir 4000 fermetrar tilsamans, sigur borgarstjórin.

Hann leggur aftrat, at tey í Sjóvar kommunu eru sera takksom fyri, at Vaðhorn hevur verið ein so dyggur veitari í økinum gjøgnum so mong ár. Tí fara tey sjálvandi at geva Vaðhorn ta rúmd á havnalagnum á Hulki, sum fyritøkuni tørvar.

Í Sjóvar kommunu vita tey, at stórir útbyggingarmøguleikar eru á Hulki, bæði norður eftir og suðureftir, og her eru eisini møguleikar at binda verandi bryggjur saman. Kommunan hevur eisini sett í kortið, at møguleikar eru at byggja frystitunlar í beninum á Hulki, har rættiliga høgt er uppfyri. 

- Vit síggja møguleikar og fyrimunir við at bora tunlar inni í bergið, sum kunnu brúkast til frystitunlar, samstundis sum grót fast til vega til víðari útbygging. Vit meta hesar møguleikar vera eyðsýndar, og tað er okkara vón, at dugnalig og framfýsin vinnulívsfólk eisini síggja hesar møguleikar fyri framtíðar virksemi, sigur Artur Johansen.

##med2##

Stórir útbyggingarmøguleikar eru á Hulki, bæði norður eftir og suðureftir. Mynd: Álvur Haraldsen.

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.