Stríðast um hvussu vegurin skal eita

Sostatt má Tórshavnar Býráð nú skera ígjøgnum

Villingardalsvegurin er langi vegurin, upp ígjøgnum myndina høgrumegin. Vegurin, stríðið stendur um, er nýggi vegurin, sum grivið er fyri av Villingardalsvegnum, niðan í nýggju útstykkingina. Mynd: foroyakort.fo

Hvussu skal vegurin av Villingardalsvegin, niðan í eina nýggja, stóra útstykking oman fyri Villingardalsvegin, eita.

Tað er einósemja, sum nú hevur tikið seg upp í býráðnum í Havn, men  sostatt  má Býráðið nú skera ígjøgnum.

Talan er um eina nýggja útstykking oman fyri Villingardalsvegin við einum 35 grundstykkjum, og har ein vegur skal ganga ígjøgnum.

Gøtunavnanevndin hjá Býráðnum hevur skotið upp at vegurin skal eita Ryskigøta. Ryski er ein planga í sevættini, og sum veksur í haganum og í fjallalendi, og navnið er kent í Ryskivatni í Suðuroy.

Tað er eitt navn. Mentamálanevndin hjá býráðnum hevur tikið undir við, og sum eisini er samtykt í býráðnum.

Men síðani hava tey, sum standa fyri útstykkingini heitt á býráðið um at broyta navnið, soleiðis at vegurin skal eita Fípugøta, sum eisini er ein planta og í Føroyum hava vit Fjallafípu og Mýrifípu

Tey halda, at hjá nógvum er tað ov ringt at siga Ryskivatn og tískil kunnu misskiljingar skjótt taka seg upp.

Tað hevur Gøtunavnanevndin tikið undir við, men meirilutin í Mentamálanevndini, Gunvør Balle, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam, halda kortini fast um, at gøtan skal eita Ryskigøta, men aðrir býráðslimir vilja heldur broyta navnið.
Og nú verður tað so býráðið sum skal skera ígjøgnum og gera enda á hesi ósemjuni