Stríðskvinna í Havn fær nú sítt egna frímerki

Tað kemur út á sjálvum kvinnudegnum, sum er mánadagin

Sjálvan kvinnudagin 8. mars, tað er mánadagin, gevur Posta eitt nýtt frímerki frímerki út. Hetta er eitt frímerkimerkið, sum verður givið út fyri at heiðra stríðskvinnuna, og undangongukvinnuna, Andreu Árting í Havn.

Andrea Árting var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í samfull 40 ár.

Eitt av hennara hjartamálum var stríðið fyri, at kvinnur skuldu fáa somu løn, sum menn fyri sama arbeiði. Men tað var ikki fyrr enn í 1977, at hesin lívslangi dreymurin hjá Andreu Árting uppfyltur.

Undir gróthørðum samráðingum við, við Andreu Andreu árting, sum á var 85 ár, á odda, gingu arbeiðsgevararnir umsíðir við til kravið um, at kvinnur skuldu fáa somu løn sum menn fyri sama arbeiði. Hetta vóru tær seinastu samráðingarnar við arbeiðsgevrarnar, sum Andrea Árting stóð fyri, sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Andrea Árting tók eisini stig til at kvinnur fóru at rógva kapp í Føroyum. Hetta var í 1918 og til tá hevði kappróður verið mannfólkaítróttur burtur av.