Stríðssangir hjá kvinnum koma út í bók

Nýggj bók savnar gamlar kvinnustríðssangir

Tá ið kvinnudagurin verður hildin mánadagin, ber til at fríska minnið upp aftur við øllum teimum kendastu føroysku kvinnusongunum.

Turið Sigurðardóttir hevur savnað teir kendastu í nýggjari bók: Kvinnustríðssangir.

– Í 1970-árunum kom kvinnurørslan fyri seg sum eitt ódnarveður. Sameindu Tjóðir lýstu árið 1975 sum kvinnuár, og tá avdúkaðu tær, at sangirnir í Songbók Føroya fólks vóru allir um mannfólk. Tær fóru at týða, yrkja og umyrkja. Men so leið tíðin, rørslan fánaði, og sangirnir fullu í gloymsku, men nú eru teir aftur til taks, skrivar Sprotin, sum er útgevari.

Bókin hjá Turið Sigurðardóttir lýsir í bitum tað, sum millum ár og dag hevur myndað føroyska kvinnustríðið.

– Tekstirnir goyma í sær søguna, mynda tey ymsu stigini í orrustuni, og hvussu kvinnur vunnu sær rættindi bita fyri bita við bit og slit.

Nýggja bókin hevur heitið »Kvinnusangir«.