Stuðla bussinum Sóljuni

Lions Club Vágar stuðlar nú bussinum Sóljuni á føroyska sjúklingahotellinum Hotel Tórshavn í Keypmannahavn

“Trivnaðargrunnin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn” eigur ein buss, sum eitur Sóljan, sum er gamal og útslitin, og tí er ynski at skifta bussin út. Ein nýggjur bussur kostar 1 millión krónur, og vilja vit, saman við tykkum geva eitt íkast, soleiðis at ein nýggjur bussur kann fáast til vega, sigur Lions Club í Vágum í tíðindaskrivi.

Bussurin, Sóljan, sum verður rikin við sjálvbodnari arbeiðsmegi, verður bara brúktur til útferðir við sjúklingum og avvarðandi og ikki til at koyra fólk ímillum flogvøllin og hotellið og ímillum hotellið og sjúkrahúsini.

Tey koyra sjúklingar til gudstænastur, umframt til útferðir ymsastaðni, og tey hava eisini verið útferð í Svøríki.

Í løtuni eru tað fimm sjálvbodnir bussførarar, sum koyra Sóljuna.

Stuðulin verður handaður á Giljanes tiltakinum sunnudagin 23. februar klokkan 19.